Ongi úrslit

Zelenskyj: Kríggið er ikki liðugt fyrrenn Krim hálvoyggin aftur er á ukrainskum hondum

Tað verður ikki friður millum Ukraina og Russland, so leingi Krim hálvoyggin er hertikin

Ragnar Sjúrðarson
4. juli 2023 kl. 12:00

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í eini samrøðu við CNN.

-    Vit kunnu ikki ímynda okkum Ukraina uttan Krim. Og so leingi Krim er hertikið av Russlandi, merkir tað einans, at Kríggið ikki er liðugt enn, sigur Zelenskyj við amerikanska miðilin.

Spurdur um har er nakar møguleiki fyri friði uttan Krim, svaraði Zelenskyj:

-    So hevði tað ikki verið ein sigur.

Krim hálvoyggin hevur verið hertikin av Russlandi síðan 2014. Aftur í apríl lat ráðgevin hjá Zelenskyj dyrnar á glopp fyri, at Ukraina kundi verið til reiðar at samráðast, um ukrainsku mótálopini náddu til hálvoynna.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14