Hendan seinasta mánaðin hava tað verið nógvir fremmandir bilar verið at sæð runt umkring í Suðuroynni.
Nú hava arbeiðrafeløgini verið í verkfalli í næstan ein mánað, og eitt, sum hevur rakt fólk serliga meint, er, at síðani brennievni til bilar var uppi allastaðni norðanfyri.
Men Suðuroyggin er í teirri serstøðu, at tann sum koyrir fyri Effo í Suðuroynni, er sjálvstøðugt vinnurekandi og sostatt hevur hann heldur ikki verið í verkfalli.
Tað merkir, at hann hevur fylt á tangarnar á teimum trimum Effo-støðunum í Suðuroynni, akkurát sum vanligt.
Tað merki, at hesar seinastu tríggjar vikurnar, ella so, hevur tað bara verið hjá Effo í Suðuroy, at brennievni til bilar hevur verið at fáa.
Nú er so ein vika síðani, at diesel var uppi, so nú er bara nakað av bensini eftir.
Tað skerst ikki burtur, at hetta hevur elvt til ein ávísan streym av ferðafólki til Suðuroyar, sum eru komin suður at fylla sær tangan.
Hesir fremmandu bilarnir hava verið ógvuliga sjónligir á vegunum, tí hvørja ferð tá ið Smyril er komin suður, hava tað verið langar røðir av bilum við pumpurnar á Effostøðunum í Suðuroy.
Men veruleikin er eisini, at hóast bilarnir rúgva nógv upp, eru tað eru ikki komnir so nógvir bilar til Suðuroyar at bunkra, sum fólk kanska hava hildið.
Tøl frá Strandferðsluni vísa, at frá 17. mai til 6. juni í ár, hevur Smyril flutt stívliga 8.150 bilar um Suðuroyarfjørð.
Í sama tíðarskeiði í fjør førdi Smyril næstan 7.100 bilar um Suðuroyarfjørð.
Sostatt eru tað komnir 1.050 bilar fleiri um Suðuroyarfjørð hesar seinastu tríggjar vikurnar í ár, enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Strandferðslan sigur, at lastbilar og farmur eru ikki.
Men tølini eru fyri allar túrar, so tað merkir, at í roynd og veru eru tað gott 500 bilar, sum eru komnir fleiri suður hesar tríggjar vikurnar í ár, enn í fjør.