Ongi úrslit

Vunnu á Luksemburg

Mánadagurin verður stríggin. Tveir dystir eru á skránni hjáøllum tíggju liðunum.

Talvsamband Føroya
6 tímar síðan

Føroyar sigraðu í dag í týðandi dystinum móti Luksemburg í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið.

Føroyar vunnu 2½ - 1½. Føroyar og Luksemburg eru eftir styrkitølunum bestu liðini í kappingini.

Í triðja umfari í morginári eiga Føroyar triðja lykladystin á rað. Tá verður telvað móti Andorra, sum er smálandameistari. Hesaferð eru teir styrkismettir nummar trý.

Hendan níggjunda smálandakappingin í talvi í Evropa fyri landslið fer fram í Larnaca suðuri á Kýprós.

Føroyar - Luksemburg 2½ - 1½

GM Helgi Dam Ziska 2543 - IM Michael Wiedenkeller 2388 ½ - ½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - IM Fred Berend 2222 1 - 0

Luitjen Akselsson Apol 2318 - Philippe Linster 2224 1 - 0

Jón í Horni Nielsen 2104 - WGM Elvira Berend 2241 0 - 1

Høgni telvaði aftur trygt og sannførandi og vann annan dagin á rað.

Luitjen vann eisini, men stóð eitt sindur kroystur við svarta fólkinum. Í fløktari og taktiskt løddari støðu undir tíðartrýsti snávaði Linster, Luitjen var tá bæði kringur og knappur, og sá straks, hvussu vinnast skuldi.

Helgi hevði munin við svarta fólkinum í jøvnum endatalvi, men var kanska ikki nóg neyvur, og so fjaraði av til remis. Mótstøðumaðurin er svii, svøríkismeistari í 1990, nú er hann besti telvari í Luksemburg, har hann í fleiri ár hevur búð og arbeitt.

Í toppdystunum eru unglingarnir hjá okkum á fjórða borði undir trýsti. Jón var ikki mentur at standa sterku Elviru úr Luksemburg kurl, og var til endans mátaður. Men tá var dysturin tíbetur longu vunnin.

Úrslit í 2. umfari (sunnudagin 16. november)

Luksemburg - Føroyar 1½ - 2½

Andorra - Kýprós 1½ - 2½

Liktinstein - Malta 2½ - 1½

Monako - Guernsey 3½ - ½

Jersey - San Marino 2 - 2

Støðan eftir 2 umfør

Føroyar 4 stig (6)

Liktinstein 4 stig (5)

Kýprós 3 stig (4½)

Andorra 2 stig (5½)

Malta 2 stig (5)

Monako 2 stig (4)

Jersey 1 stig (3½)

Luksemburg 1 stig (3½)

San Marino 1 stig (2)

Guernsey 0 stig (1)

Fyri vunnan dyst fáast tvey stig, fyri javnleik eitt stig, og fyri taptan dyst er einki stig at fáa. Stendur á jøvnum í dystarstigum, telja borðstigini, sum síggjast í klombrum.

Drúgvur mánadagur
Mánadagurin verður stríggin. Tveir dystir eru á skránni hjáøllum tíggju liðunum. Telvast skal tí allan dagin. Byrjað verður longu klokkan hálvgum átta mánamorgunin (føroyska tíð). Tá telva Føroyar og Andorra - vinnararnir seinastu ferðirnar.

Til ber at fylgja við leik fyri leik av Kýprós. Heimasíðan Lichess.org stroymir beinleiðis frá kappingini, ið verður nevnd 9th ESNA chess championship 2025.

3 umfar (týsmorgunin kl 7:30)

Føroyar - Andorra

San Marino - Liktinstein

Kýprós - Jersey

Malta - Monako

Guernsey - Luksemburg

4. umfar (týsdagin 13:30)

Jersey - Føroyar

Luksemburg - Malta

Liktinstein - Monako

Andorra - Guernsey

San Marino - Kýprós

Vinnarar í smálandakappingini 2009 - 2023

2009 Føroyar

2011 Luksemburg

2013 Føroyar

2015 Andorra

2017 Føroyar

2019 Andorra

2021 Føroyar

2023 Andorra

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

20 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00