Ongi úrslit

Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi

Føroyskir judoleikarar hava í dag luttikið í RIG – Reykjavík International Games

Judo Føroyar
25. januar kl. 21:22

Føroyskir judoleikarar hava í dag luttikið í RIG – Reykjavík International Games.

Tað gekk væl hjá teimum fýra: Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríðu Borgarlíð og Josefinu Fjallsbak.

Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sína bronsumedalju, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll 4 hava fingið nógv positivt burtur úr kappingini, sum er eitt afturvendandi tiltak. Hetta er 13. ferðin, kapingin hevur verið, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.

Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu.

Á myndini síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Eg vil við hesum koma við eini umbering

2 tímar síðan

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55