Mær dámar væl gentugjamm tiltakið.
Mær dámar væl kvinnuligar tónleikarar.
Mær dámar eisini mannligar tónleikarar.
Mær dámar tó best góðar tónleikarar.
Og eg havi eina trúgv um, at øll vilja viðurkennast fyri sínar dygdir, heldur enn kyn.
Útgávan hjá Daniu er eftir mínum tykki ein av mest spennandi útgávum í nýggjari tíð.
M.a. tí fekk ein av framleiðarunum Maggies prísin 2024 áljóðandi kr. 10.000,-
Týsdagin eftir fatala vikuskiftið, skrivaði eg til órættaðu og bað um umbering fyri handfaringina av málinum frá mínari síðu. Segði teimum tó, at avlýsingin stóð við.
Gav teimum listan við keyptum atgongumerkjum og bað um konto nr., so eg kundi flyta teimum peningin fyri seldu atgongumerkini.
Eingin av teimum hevur givið mær sítt konto nr. enn...
Hetta er eisini ein umbering til øll tey, sum kenna seg stoyttan av, at eg í vreiði avlýsti konsertinar í Maggies. Eg skuldi sjálvandi havt skrivað til tær privat. Inniliga umber mína idioti.
Hetta snýr seg ikki um kvinnu eyðmýkjan.
Hetta snýr seg um, at ein persónur leggur eftir einum av sínum tónleikakollegum við at kunna lesa millum linjurnar, at Leivur Thomsen hatar teirra tiltak, og at hann fleiri ferðir fyrr hevur verið niðrandi yvir fyri teimum.
Trúði ikki, at eg í mínum lívi skuldi uppliva, Leivur verða kallaðan anti feminist. Tað eru fáir menn, ið sum Leivur hava vart feministar, ja, allar fraktiónir av, hvat menniskjum tørvar.
Eg vil til allar tíðir stuðla stríðnum fyri rættindum hjá kvinnum.
Og eg eri tí keddur av, at eg brúkti orðið “Betongfeministar” (veit ikki um tað er eitt orð).
At eg valdi at leggja betong inn í orðið var júst fyri IKKI at traðka á bibburnar hjá feministunum. Tað sum eg legði í orðið er, at tá feminsturin byrjar at sláa eina verbala sleggju í høvdu á einum manni, dettur málið um tað, tað snýr seg um, líkasum á gólvið. Nemliga kvinnukampin.
Tað er kanska ein spurningur um, hvussu mann nær málinum í stríðnum. Skal tað vera militant ella skulu vit royna at tosa okkum til sættis?
Eg helli meir til tað seinna. So lat meg við hesum bjóða til klemm og fyrigevingar. Um tit vilja finna salong tónan saman við mær, eri eg eisini klárur at bóka nýggjar avtalur við tykkum í Maggies.
Og til tykkum sum tosa niður á feminstar og kvinnur sum heild. Roynið tit eisini at finna salong tónan. Tykkara niðurgerðingar gagna ikki “my point of wiev”.