Ongi úrslit

Voxbotn við Tjarnir: ein brakandi success

Ragnar Sjurðarson
29. juni kl. 12:40

Voxbotn 2025 er farið aftur um bak.

Frá klokkan 15.00 til klokkan 03.00 var Stórhøllin við Tjarnir í gjár karmur um 11 konsertir.

Nógv umrødda avgerðin hjá fyriskiparunum av Voxbotn, um at flyta tiltakið niðan í Stórhøllina við Tjarnir, vísti seg at vera ein røtt avgerð - tí veðrið í gjár var ikki til at hava eitt stórt tónleikatiltak í býnum.

Karmarnir um tiltakið vóru av teimum allar bestu. Bussar koyrdu javnan frá stórhøllini og oman í býin, tveir pallar vórðu settir í hvør sín enda av høllini, ljósið var framúr og til konsertirnar kundi ein velja at fara fram í trunkan, ella at seta seg í eitt áskoðarapláss og njóta eitt fantastiskt útsýni yvir framførsluna.

Størsta navnið í gjár The Minds of 99, leveraði eitt brak av eini konsert, og ein var ikki í iva um hví hesin bólkurin telist millum teir størstu á danska tónleikapallinum.

Voxbotn 2025 var ein góð og øðrvísi uppliving, og prógvaði týdningin av eini stórhøll – ikki bara til ítróttin – men eisini til mentanarlívið.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

16 tímar síðan