Ongi úrslit

Vitin letur heiðurstekin á fjórða sinni

Nærum øll lond í heiminum hava síni heiðursmerki, at vísa úrmælingum viðurkenning. Føroyar fingu sítt í 2021.

Tíðindaskriv
21. mars kl. 16:30

Ein føroyskur lagsfelagsskapur undir navninum ”Vitin” var tá stovnaður. Endamálið er at heiðra viðurkenningarverdar úrmælingar, sum hava framt vala avrik, ið eru við til at bera føroysku tjóðini framá.

Heiðurin kann veitast bæði føroyingum og útlendingum uttan mun til húðalit, politiska ella átrúnaðarliga sannføring. Og verður sýndur viðkomandi við handan av einum heiðursbrævi og heiðursmerki.

Heiðursbrævið er ein staðfesting í pappírsskjali, har boðað verður frá grundgevingunum fyri tilnevningini av viðkomandi.

Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringupríði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis” í bogaðum teksti omanfyri. Umframt sjálvt heiðursmerkið, hoyrir eisini ein silvur- ella gullløgd reversnál til.

Felagskapurin er óheftur av politiskum, átrúnaðarligum og fíggjarligum ella øðrum áhugamálum í síni meting av hvør verður heiðraður.

Ein lagsnevnd hevur ábyrgdina av Vitanum og tekur allar avgerðir um heiðurin. Lógin fyri lagsnevndina er ikki almenn.

Vitin hevur higartil heiðrað hesar úrmælingar:

Í 2021 Pál Weihe, Jens-Kjeld Jensen og Jonhard Mikkelsen. 

Í 2022 Jóan Pauli Joensen, Debes Hammershaimb Christiansen og Karin Kjølbro.

í 2023 Ulrike Steuerwald, Suni Merkistein og Viberg Sørensen

Aftur í ár hevur Vitin gjørt av at heiðra 3 persónar, hvør á sínum fakøki við heiðursmerki og heiðursbrævi, sum eina tøkk fyri teirra íkast til menningina av føroyska samfelagnum. 

2025 Heiðurstakararnir eu Eilif Samuelsen, Tróndur Patursson og Hans Andrias Sølvará.


Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45