Ongi úrslit

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

Fólkapensjónin er ikki eitt lønarískoyti til fólk, sum hava aðrar inntøkur

Áki Bertholdsen
18. mars kl. 16:50

Fólk í pensjónsaldri, sum hava góðar inntøkur, skulu ikki eisini hava fólkapensjón. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Løgtingið hevur viðgjørt pensjónsviðurskiftini og í tí sambandi fekk tað eisini eina ávísa umrøðu, at pensjónistar ikki sleppa at arbeiða so nógv, uttan at teir missa burtur av fólkapensjónini.

Tað eru eisini politikarar, sum halda, at fólkapensjónistar skulu sleppa at arbeiða sum teir vilja, uttan at skarvað verður burtur av fólkapensjónini.

Men tað er Ruth Vang ikki við upp á. Fólkapensjónin er fyrst og fremst ætlað at koma ístaðin fyri løn, sigur hon. 

– Endamálið við eini pensjón, er, at fólk skulu kunna liva væl eftir at tey eru givin at arbeiða.

Men so er eitt mark sett á, so at pensjónistar kortini kunnu arbeiða nakrar tímar, uttan at tað verður skarvað av pensjónini.

Í løtuni er tað markið 61.900 krónur, men Ruth Vang heldur, at tað eigur at verða hækkað.

Hon vísir á, at í roynd og veru kunnu pensjónistar arbeiða alsamt minni, áðrenn teir missa pensjón, tí lønirnar hækka alla tíðina.

Men landsstýriskvinnan heldur, at tað er eitt langt lop haðani frá og til at siga, at eisini løgtingsfólk, landsstýrisfólk og stjórar við himmalhøgum lønum, eisini skulu hava fólkapensjón oman á lønina, tey fáa.

Tað eru summir pensjónistar, sum eru illa fyri fíggjarliga. Men skal hámarkið hækka fyri at geva vanligum fólkum høvi at arbeiða meir merkir tað, at so skulu eisini tey við himmalhøgum lønum hava somu sømdir, tí eingin skal mótroknast.

Tað sigur seg sjálvt, at so hongur roknistykki ikki saman og so verður heilt galið við búskapinum. Tað hevðu merkt, at tað tey, sum longu eru væl fyri, verða upp aftur betur fyri, men tey, sum eru illa fyri, verða upp aftur verri fyri.

– Fólkapensjónin er ætlað til fólk at liva av, sum annars ikki hava lønarinntøku, sigur Ruth Vang.

Annars vísir landsstýriskvinnan á, at pensjónistar kunnu útseta fólkapensjónina í nøkur ár. So kunnu tey arbeiða sum tey vilja - men so fáa tey eisini hægri pensjón, tá ið tey einaferð fara á pensjón - Men so skulu tey heldur ikki arbeiða nakað serligt.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45