Ongi úrslit

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Løgreglan sigur, at tað var rættiliga nógvir druknir tannáringum í býnum í nátt

Áki Bertholdsen
23. mars kl. 09:26

Tað hevur verið rættiliga fitt av fólki í býnum í nátt. Tað sigur løgreglan - men tað, sum leyp í eyguni á løgreglufólkunum var, at tað vóru rættiliga nógvir fullir tannáringar í býnum.

Fleiri ferðir mátti løgreglan upp í, og tveir av tannáringunum, tvær blaðungar gentur, vóru so druknar, at tær vórðu sendar á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tað byrjaði longu í gjárkvøldið tá ið løgreglan fekk boð um, at finn blaðungir dreingir, um 14 - 15 ára aldur sótu á einum barnagarðsøki í Havn og ballaðust og har høvdu teir eisini óruddað rættiliga illa.

Løgreglan var eftir teimum. Tað fyrsta løgreglan gjørdi, var at fáa teir at taka upp eftir sær og so varð ringt til foreldrini, sum komu eftir teimum.

Somuleiðis ringdu tey úr eini kiosk í Havn, tí har varð ein blaðung genta komin inn, men hon var so deyðadrukkin, at hon kláraði seg ikki. Løgreglan kom eftir henni og fór á skaðastovuna við henni til kanningar. Somuleiðis fingu foreldrini eisini boð.

Ein blaðungur drongur fekk 1.500 krónur í bót fyri at rætta løgreglufólki longutong í mitt í nátt.

Og stutt eftir, um fýraríðina í nátt mátti løgreglan aftur eftir eini blaðungarni gentu, sum var so drukkin, at eisini hon varð førd á Landssjúkrahúsið til kanningar - og aftur í hesum føri vórðu foreldrini boðsend.

Løgreglan veit ikki, hvaðani øll hesi ungfólkini fingu rúsdrekka frá. Men í nátt varð ringt til løgregluna at melda, at ungfólk fingu rúsdrekka at keypa í eini barr í Havn.

Men tá ið løgreglan kom á staðið, funnu tey kortini ongan inni, sum var undir 18 ár, so meiri varð ikki gjørt burtur úr tí.

Men tá ið løgreglan má eftir so ungum fólki, verður eisini ein sosialfrágreiðing skriva til barnaverndina.

Mest lisið hesa vikuna

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

23. mars kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45

Tunnilin verður tikin í brúk í juni

21. mars kl. 11:43