Ongi úrslit

Ávara ímóti einum slagi av pannum

Tær kunnu geva bæði jarn og mangan frá sær

Áki Bertholdsen
21. mars 2025 kl. 12:45

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av pannum.

Talan er bæði um steikipannur, paellapannur, sauterpannur og crepespannur umframt wok. Hetta eru alt pannur í Mauviell M'STEEL røðini og orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri at pannurnar geva jarn og mangan frá sær. Tað er heilsuskaðiligt og tí eiga fólk ikki at brúka tær, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Talan er um allar vørur í Mauviel M'STEEL røðuni, sum er seldar í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 2020 til 6. februar í ár. Myndin niðanfyri er av einum slagi av hesum pannum.

Stegepande 20 cm i pladejern. EAN-koda 3574903651203

Stegepande 32 cm i pladejern. EAN-koda 3574903651326

Stegepande 28 cm i pladejern. EAN-koda 3574903651289

Stegepande 24 cm i pladejern. EAN-koda 3574903651241

Paellapande 36 cm i pladejern. EAN-koda 3574903637368

Paellapande 40 cm i pladejern. EAN-koda 3574903637405

Sauterpande buttet 2 liter, 20 cm i pladejern. EAN-koda 3574903612204

Sauterpande buttet 5 liter, 28 cm i pladejern. EAN-koda 3574903612280

Sauterpande buttet 3,2 liter, 24 cm i pladejern. EAN-koda 3574903612242

Crepespande/pandekagepande 20 cm i pladejern, sort stål EAN-koda 3574903653207

Crepespande/pandekagepande 24 cm i pladejern, sort stål EAN-koda 3574903653245

Wok 30 cm i pladejern. EAN-koda 3574903632301

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hesar pannur eru selda í ymsum handlum og kanska eisini í føroyskum handlum

Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovn fólki til at koyra hesar pannur í skrell, ella at fara aftur í handilin við teimum, haðani tær eru keyptar.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

Í gjár kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

ABC fara til samráðingar í morgin

Í gjár kl. 11:05

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59