Ongi úrslit

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

Eg havi verið góðtrúgvin og bláoygdur sigur Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn

Áki Bertholdsen
19. mars kl. 15:54

– Eg havi verið góðtrúgvin bláoygdur og eg føli meg drignan upp á tráð.

Tað sigur Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn.

Hann sipar til, at samgongan hevur avtalað, at onnur enn Sev skulu sleppa at selja streym, tí tað hevur verið eitt mál, hann hevur lagt stóran dent á.

Samgongan hevði lovað at leggja tað málið fyri Løgtingið Men nú er tann avtalan ikki galdandi longur, tí restin av samgonguni hevur bakkað út og tað er tingmaðurin fyri Framsókn rættiliga vónbrotin av.

Hann heldur, at hann hevur helst verið ov góðtrúgvin og bláoygdur.

– Tað er mín greiða fatan, at semjan var ongantíð verulig, sigur hann

– Politikkur er ikki fyri okkum, sum ikki rópa, men sum eru meiri stillfør í okkara framferð, heldur hann.

Men tað vísir seg, at tey sum rópa og seta mál hart upp ímóti hvørjum øðrum, fáa nógv betri úrslit enn tey, sum fara hóvliga fram, leggur hann afturat.

Men hann sigur kortini, at hann fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at Sev skal missa einkarrættin at selja streym.

Hann vil ikki verða óloyalur ímóti samgonguni, hóast avtalan er brotin.

Sólvit E, Nolsø sigur, at tað vísir seg, at í politikki vísir tað seg, at mest fæst burtur úr at seta treytaleys krøv, og skapa rok, men tað hevur ikki verið hansara stílur.

Men hann sigur, at nú er bikari fult, tí nú er tímir hann ikki hetta meir.

So nú fer hann eisini at seta treytir - og tað er í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Dittar mann sær at seta spurningar um størstu verkætlan í Føroya søgu, verður mann skírdur alt møguligt, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.

Tí sigur hann, at hann fer at koma við eini kravboði, og tað er at alternativar linjuføringar, skulu kannast til fulnar. Hann hugsar um tey uppskot um linjuføringar, sum uppskot hevur verið um í seinastuni.

Og verða tær ikki kannaðar til fulnar, fer hann helst at seta broytingaruppskot fram um at tær skulu kannast, og so fer hann at knýta tað upp í Suðuroyartunnilin, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45