Ongi úrslit

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

Hans Jacob Hjelm á palli - Summarfestivalurin 2024
Dagfinn Olsen
19. mars kl. 09:43

Tann 16. mars 2025 var lagnutungur dagur. Maður í bestu árum látin.

Og tað merktist, at hetta rørdi alt og øll. Í heimbygdini Vági fóru øll fløgg á hálva stong, og neyvan sást menniskja á gøtunum henda dagin.

Stilli!

Bæði so og so. Fløggini hingu hugtung niður við flaggstongunum, sum vildu tey drýpa høvur í sorg, eins og hvørt mansbarn í bygdini.

Kenslan er tóm, og orð eru svár at finna. Tey røttu finnast neyvan!  Fari tó við hesum at minnast vinmannin, ið av sonnum var vinurin kæri, sum hann eisini so mangan sang um á pallinum. Hann var fittur, fevnandi og hjálpsamur, og hetta merkist eisini, nú ein heil bygd er skelkað, og fólk aðrastaðni í landinum eisini merkja missin og syrgja.

Eitt menniskja, ið rakk so so mong menniskju við sangi, gleði, og ikki minst við hjálpandi hond. Lagnuna kenna vit ikki, tíbetur, men burtur ert tú nú, eins og heystarleyv, ið følnar, hóast tú neyvan meira enn komin var til gáttina á lívsins heysti. Óskiljandi, er einasta orðið, ið mær kemur til hugs, men vit skilja ikki alt, og soleiðis er helst eisini best, um enn hetta kann tykjast tungt.

Spentir vóru vit báðir, nú eg hevði umsett tær nýggjasta sang tín til føroyskt, sum annars er á norskum, og sum tú í næstum ætlaði at syngja á føroyskum eisini. Men hann er góður á norskum, væl sungin, og hetta eiga vit eftir teg, tíbetur, umframt so mangar aðrar perlur.

Takk fyri løturnar á palli, í vinalag ella bara tá vit hittust.

Hvíl í friði, Hans Jacob, holli frændi.

Tøkk, nú lívsleið sundur støkk

Valla liðugur at liva

Hægst á lívsins tíndum var

Ongin var í iva

 

Tó ongin kennir forløg døpur

Tó at lívsljós vakurt brann

Mannasinn ei finnur svar

Nú bjarta ljós í myrkur svann

 

Tær Hans Jakke, her eg takki

sama ger jú mannfjøld stór

ljósa sinnið, blíða lyndið

Hjálpsemi, ið út um mark alt fór

Í heimbygd vart tú mondulin

Ið allur leikur snúði kring

Stórt og smátt, um ítrótt, tónleik

Tú saman bant so mangan samtaksring

 

Av at hjálpa aldrin móður; hjartagóður

Millum manna fittast var

Hava næstan hug til tín at leita

Eitt prát, og hjálp og troyst frá tær.

 

Men rødd tín tagnað, dagar dragna

Undan lagnu ongin fer

So er sagt, men ilt at skilja

svar ei kennir nakar her

 

Heiðurspláss í himni eigur

Hesum ivast fáur í

Vinur kæri, stórur varði

Stendur eftir teg í lívsins líð

 

Vinur kæri, nú stjørnufari

Náttarferð á himnahválvi

Hjartareinur, glógvar bjart

Altíð heilur har tú vart

Far við friði, frægi frændi

-væl teg goyma

-um teg droyma

-aldrin gloyma

Teg

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45