Tað er ikki hóskandi longur, at Føroyar hava eina sendistovu í Ísrael.
Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Hon fegnast um, at Landsstýrið hevur tikið undir við fráboðanini frá 30 londum um at krevja at Ísrael, alt fyri eitt, gevst við harðrendu herferðini í Gaza.
–Vit kunnu ikki góðtaka at vaksin og børn verða úthungrað, og at fólk verða skotin tá ið tey fara at taka ímóti neyðhjálp fyri at fáa mat í munnin, staðfesti Ingilín Didriksen Strøm.
Vit kunnu heldur ikki góðtaka, at fólk ikki fáa vatn og neyðuga medisinska útgerð, og at pinkubørn ikki fáa eftirgjørda móðurmjólk.
– Tað er uttan fyri alt mark og tí er tað ikki hóskandi, at vit halda fram at hava eina virkna sendistovu í Tel Aviv, segði Ingilín Didriksen Strøm.
Og hon heldur eisini, at vit eiga at viðurkenna Palestina sum land.
Annars átalar hon eisini yvirgangsatsóknina hjá Hamas í Ísrael, men hon heldur ikki, at tað rættvísger framferðina hjá Ísrael.
Í gjár førdi eisini Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, fram, at vit eiga at viðurkenna Palestina. Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/logtingid-eigur-at-vidurkenna-palestina-sum-egid-riki