Ongi úrslit

Vit rinda rokningarnar - við donskum pengum

Helgi Abrahamsen
1 tími síðan

Erling Eidesgaard, sum í løtuni hevur sæti á Løgtingi fyri Tjóðveldi, skrivaði í gjár eina av sínum eyðkendu greinum um, hvussu ringt alt er í Danmark. – Tað eru vit eftir hondini so von við.

Í greinini skrivar hann millum annað, at tað er umráðandi at staðfesta, at Føroyar fult og heilt gjalda fyri ALLA sjúkuviðgerð uttanlands; eisini í Danmark. At siga tað øvugta er, sambært honum, “blóðskeivt!”

“Vit rinda FULLAN prís fyri allar tær tænastur, ið vit keypa í danska heilsuverkinum,” skrivar Erling.

Hetta verður ofta sagt, men hetta er bara hálvur sannleikin.

Tjóðveldi kom við blokkstuðlinum

Áðrenn Tjóðveldi innførdi skipanina við blokkstuðli, vóru útreiðslurnar av málsøkjum, sum ikki vóru yvirtikin, býttar millum landskassan og statskassan. Har stóð ein kolonna fyri landskassans part og ein fyri statskassans part av útreiðslunum.

Játtanin fyri sjúkuviðgerðir uttanlands var als ikki nevnd á føroysku fíggjarlógini, tí tær útreiðslurnar rindaði danski statskassin einsamallur. Hvørja ferð ein føroyingur hevði fingið viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, sendi sjúkrahúsið eina rokning til danska Innanríkismálaráðið, sum rindaði hana alla sum hon var.

Men hetta vildi Tjóðveldi hava broytt. Tey høvdu yvirtikið nógv málsøki eftir grein 9 í Heimastýrislógini, sum var eitt slag av yvirtøkum, har føroyingar skuldu valda, meðan danir sluppu at gjalda.

Nú skuldi tað verða soleiðis, at pengarnir úr Danmark skuldu fyrst í føroyska landskassan, og síðani skuldi landskassin rinda útreiðslurnar. Føroyingar skuldu eisini avgera, um vit brúktu pengarnar til tað, sum teir vóru ætlaði til, ella um vit heldur vildu brúka teir til okkurt annað.

OG TÍ - Harra Erling Eidesgaard! – rindar Innanríkismálaráðið ikki longur rokningina, fyri føroyingar, ið fáa sjúkaviðgerð uttanlands. Danska stjórnin sendir ístaðin ein blokk av pengum til Føroya, soleiðis at landskassin kann senda pengarnar víðari til sjúkrahúsini, ið taka sær av sjúkum føroyingum. - So kunnu vit altíð kjakast um, hvør tað er sum rindar – og um pengarnir eru føroyskir ella danskir.

At føroyingar nú heldur velja at brúka pengarnar til onnur ting, og enntá í løtuni brúka nógv meira enn tað sum kemur inn í kassan, er ein heilt onnur søga.   

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18