Ongi úrslit

Vit mugu trýsta á stoppknøttin og ikki stýra í blindum

Eyðdis Hartmann Niclasen
18 tímar síðan

Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, mælir til at seta arbeiðið við víðkan av skipanum fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi á steðg, inntil vit hava greiða mynd av teimum fíggjarligu avleiðingunum.

Í dag hava vit ongar samlaðar greiningar av, hvat arbeiðs- og uppihaldsloyvi, umframt familjusamanføringar, kosta almennu kassunum. Vit vita, at útreiðslurnar fevna um umsiting, integratión, dagstovnar, skúlar, heilsuverkið og barnaverndartænasturnar. Men vit vita ikki, hvat samlaða roknistykkið er.

“Tí eiga vit at steðga á.” - sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hon vísir á, at í Danmark hava tey longu gjørt slíkar greiningar, men at í Føroyum finst ikki neyðuga dátugrundarlagið  - enn.

Hetta snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti útlendskari arbeiðsmegi. Hetta snýr seg um ábyrgd. Vit mugu tryggja, at tilflytingin í heildini gagnar føroyska samfelagnum – og ikki er ein byrða.” Sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Fakta:

  • Føroyskir myndugleikar yvirtóku málsviðgerðina av útlendingamálum 1. september 2024.

  • Enn eru ongar samlaðar metingar gjørdar av útreiðslum og inntøkum í samband við útlendska arbeiðsmegi og familjusamanføringar.

  • Hagstovan arbeiðir við at fáa dátur frá Útlendingastovuni inn í hagtalsgrunnin.

 Eyðdis Hartmann Niclase,

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45