Ferðafólk í Suðuroynni eru vónbrotin yvir broytingar og avlýsingar hjá Galaxy, ferð eftir ferð. Ein familja, sum var áveg til farstøðiina, fingu eini SMS-boð, 20 minuttir áðrenn fráferð, at túrurin varð fluttur tveir tímar. Hon vísti á, at hetta var sera óheppið, tí tey høvdu smábørn í bilinum, og nú hon er sjúkrameldað og má hava fylgjara við, er tað ómøguligt at skipa sær ferðina undir slíkum umstøðum.
Dina og familjan høvdu vitja familju og vinir norðarfjørðs, og vóru nú veg suður aftur.
- Vit eru simpulten fanga í einum fongsli sum eitur Suðuroyggin, entin mást tú vera har í frið ella norðanfyri í frið.
Fleiri av okkum eru graseinkjur, og man er bara vanur við, at “soleiðis er tað bara at búgva í Suðuroynni”, sigur Dina Jensdóttir Norðberg
Gera tað, sum ber til at gera
Bergur Poulsen, formaður í Tunnilsfelagnum segði fyrr í summar, at hóast málið er steðgað eitt sindur upp, brúka tey hesa tíðina upp á at gera umhvørviskanningar har tað er væntandi, at verkætlanin fer at ávirka náttúruna. Í tí sambandi skulu kanningar gerast bæði ymsastaðni í Sandoynni, í Sandvík, í Hvalba og í Skúgvi.
– Vit gera tað, sum ber til at gera, hóast endalig avgerð ikki er tikin, sigur hann. Men hann sigur at tað ber ikki til at fara undir at projektera verkætlanina fyrr enn Løgtingið hevur samtykt tað og hevur tikið støðu til linjuføringarnar.
Sostatt vónar hann, at Løgtingið avgreiðir málið tíðliga í heyst - og tekur støðu til linjuføringarnar, so at farast kann til verka við projekteringini.
Dina Jensdóttir Norðberg er ein teirra, sum heldur, at tað er ikki í lagi at man skal finna seg í so nógvum, tá tað kemur til ferðasambandi millum havnina og suðuroynna, og so slett ikki, í nútímas samfelag.
Strandferðslan upplýsur, at tað verður aftur ólag á siglingini hjá Galaxy í morgin, tí í morgin fer Galaxy av Krambatanga klokkan 6 og av Havnini aftur klokkan 15 - og síðani verður ikki siglt meir í morgin. Tað vil siga at túrurin av Krambatanga klokkan 15.30 og túrurin av Havnini klokkan 19, verða ikki sigldir í morgin.