Ongi úrslit

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

Eldur varð settur á mótmælisfólk

© Prabin Ranabhat / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
11. sepember kl. 21:55

Dagur og Vika tosaði í kvøld við Martu Ellefsen, sum er í Katmandu, høvuðsstaðnum í Nepal. Hon skal eftir ætlan vera har í ein mánað, saman við sjey floksfeløgum sum hon lesur sjúkrarøktarfrøði saman við. Tey skulu læra um heilsuverkið í Nepal, og hava verið har í eina viku nú.

Marta sigur við Kvf, at tey hava fingið strong boð um at halda seg innandura á hotellinum.

Eldur er settur á politibil nær hotellinum, og1300 fangar eru slopnir leysir úr einum fongsli í økinum har Marta og tær eru. Teir skulu sjálvsagt eisini fangast aftur áðrenn tilráðiligt er at ganga úti.

Fríggjadagin fáa tær nærri boð um støðuna, og um tær sleppa at halda fram við vitjanini.

Stórur ófriður er í høvuðsstaðnum í Nepal, Kathmandu, í sambandi við mótmælisgongur ímóti t.d. mutri og arbeiðsloysi.

Í minsta lagi 19 fólk hava latið lív í einari mótmælisgongu í býnum, eftir at løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkum.

-Støðan er "ógvuliga harðlig" týsdagin, sigur Andreas Nielsen, serfrøðingur í sosialum rørslum hjá Mellemfolkeligt Samvirke. Beint nú royna ung at vísa teirra ógvusliga vónbrot við korruptiónini, leggur hann afturat.

Ein hernaðartyrla skeyt týsdagin móti mótmælisfólkum. Hetta er ikki váttað, men Amnesty International lýsti mánadagin, at eldur varð settur á mótmælisfólk, og í minsta lagi 19 doyðu.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45