Ongi úrslit

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

Arbeiðið upp á Smyril gongur við fullari ferð.

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Arbeiðið upp á Smyril, nú hann er í dokk í Danmark, gongur við fullari ferð.

Tað sigur Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Smyril hevur verið burtur í tvær vikur og rakstrarleiðarin sigur, at arbeiðið gongur sum ætlað.

Umframt tað vanliga eftirlitið, Skipaeftirlitið krevur, skal stórarbeiðið gerast við Smyril fyri at gera hann betri føran fyri at røkja suðuroyarsiglingina.

Sostatt hava tey gjørt fleiri arbeiðið ímeðan hann hevur ligið við bryggju.

Tað, sum higartil er gjørt, er, at tey fýra útstoytini til teir nýggju hjálpimotorarnar, sum skulu setast í Smyri í sambandi við nýggju síðuskrúrvurnar, eru gjørd.

Somuleiðis eru tríggir ljósmotorar, sum eru væl størri enn teir gomlu, settir niður á fundamentini. Smyril hevur fýra ljósmotorar, men tann eini verður ikki skiftur.

Í tí sambandi er dekkið skorið upp, og tað er sveisað aftur.

Men hóast nógv er gjørt, er stórarbeiði eftir.

Smyril skal hava síðuskrúvur har afturi fyri at minka um ristingarnar í skipinum, tá ið hann leggur at og annars manøvrerar inni í ferjulegunum.

Og Harafturat skal Smyril eisini hava hjálpimotorar sum krevjast at dríva síðuskrúvurnar.

Motorar og skrúvur skulu monterast, og í tí sambandi skal eisini eitt umfatandi elektriskt arbeiði gerast.

Higartil hevur Smyri ligið við bryggju, men í dag fer hann inn í sjálva dokkina, har hildið verður fram við arbeiðnum

Rakstrarleiðarin sigur, at Smyril verður í dokkini í einar tríggjar vikur.

Tað hevur, alla tíðina, verið sagt, at Smyril skuldi vera burtur í 8-10. Sostatt var ikki væntandi, at hann fór at vera aftur fyrrenn onkustaðni ímillum hálvan oktobur og 1. novembur.

Men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, verður hann aftur í sigling nakað áðrenn tað

Niels Jørgin Nielsen sigur nevniliga, at endamálið hjá teimum er, at Smyril skal vera klárur at seta í sigling aftur fyrstu vikuna í oktobur, ella imleið 8.-10. oktobur.

Men hann leggur afturat, at tað er treytað av, at einki óvæntað tekur seg upp.

Galaxy er leigað í átta vikur, men Strandferðslan hevur rætt til at leiga hana í tvær vikur afturat.

Men varar leigumálið longri tær átta vikurnar, verður tað ein dýr søga hjá Strandferðsluni, tí so verður talan um eina eykarokning upp á 1,5 milliónir fyri ta 9. vikuna, og upp aftur 1,5 milliónir fyri ta 10. vikuna.

Tað er eisini ein grund til, at tað er sera umráðandi at Smyril verður aftur 8.-10. oktobur, so at tað slepst undan hesum eykarokningunum - og rakstrarleiðarin sigur, at hendir einki óvæntað, fer tann tíðarætlanin at halda.

Sostatt er endamálið, at Smyril skal vera burtur í sjey vikur, har tey áður hava sagt, at hann verður burtur í 8 - 10 vikur, og kundi sostatt eisini verða burtur allan oktobur mánað.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir tveimum fólkum - eru givin at leita eftir einum

Í gjár kl. 09:20

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

15 tímar síðan

Útlendingar stjólu búffar í einum handli í Havn

6. sepember kl. 12:00

Nú skal landsstýrismaðurin svara spurningum um Galaxy

3. sepember kl. 10:55

Ávara um broytingar í siglingini hjá Galaxy í morgin

6. sepember kl. 16:19

Hava stongt eitt stórt økið í Vágum fyri ferðafólk

5. sepember kl. 08:22