Ongi úrslit

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Áki Bertholdsen
13. sepember 2025 kl. 15:42

Galaxy, sum avloysir Smyril ímeðan hann er í dokk, hevur ikki hepnast serliga væl. Umstøðurnar til sjúkraflutning eru vánaligar, og í fleiri dagar upp í slag, broytti hann ferðaætlan og avlýsti túrar.

Harumframt siglur hann seinni enn Smyril, so hann klárar bara tveir túrar um dagin, uttan at gera seg inn á hvílitíðir og annað hjá manningini.

Hetta hevur verið eitt stórt bakkast fyri suðuroyingar. Umframt at lítið álit hevur verið í siglingini, er Rættiligur stígur eisini komin í ferðavinnuna, umframt at hetta hevur rakt ítrótting og felagslív annars, hart.

Og nú flýtur yvir hjá Suðuroyingum, so í dag møtti stórt tal av fólki á Krambatanga at mótmæla støðuni, og at krevja, at politikarnir taka betri partar fyri seg.

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur, varð sagt, umaftur og umaftur.

Samstundis eru tey farin at samla undirskriftir í Suðuroy at mótmæla støðuni - og tá ið Smyril er komin aftur í sigling, fara tey norður eftir at handa landsstýrinum undirskriftirnar.

Blokkur fer at liggja í hvørjum handli í oynni, har fólk kunnu mótmæla.

Niðan fyri eru nakrar myndir frá mótmælistiltakinum í dag.

Her eru nakrar myndir frá mótmælistiltakinum í dag:

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

7 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18