Ongi úrslit

Vit mugu forloysa potentialið í tjóðini

Ólavur Waag Høgnesen
4 tímar síðan

- Vit mugu fáa loyst ríkisrættarliga spurningin sum skjótast. Veruleikin er, at heimastýrislógin forðar fyri, at vit kunnu virka sum altjóða sum ein statur, staðfestir Torbjørn Jacobsen, sum hevur umboðað Tjóðveldi bæði á tingi og sum landsstýrismaður.

- Hvørjir statsligir myndugleikar tíma at brúka tíð uppá at tosa við eitt heimastýri, spyr hann retoriskt.

Hann vónar, at tjóðarsemjan fer at gera hol í sjógvin, tí, heldur hann, at so leingi vit ikki kunnu virka altjóða í egnum navni, so fáa vit ikki forloyst tað potentialið, sum býr í tjóðini, fult og heilt.

- Sum heimastýri fáa vit ikki limaskap, har vit hava brúk fyri at tala okkara søk, ikki tær handilsavtalur, sum kundu givið okkum munandi størri inntøkur, og okkara ungdómur sleppur ikki við til olympisku leikirnar, sjálvt um hann kvalifiserar seg, sigur hann.

- Tað er ongantíð ov skjótt, at tann sonevnda tjóðarsemjan materialiserar seg í einari skipan, har Føroyar eru sjálvstøðugar og kunnu gera altjóða avtalur í egnum navni.

Politikarar mugu tora í góðum tíðum
Hann staðfestir, at búskapurin hevur tað gott í løtuni, og at tær avbjóðingar, sum landskassin hevur, kunnu loysast.

- Tað er at gera tær rationaliseringar í almenna geiranum, sum skulu til, og ikki minst at fáa gjørt handilsavtalur, sum geva okkum lægri toll og møguleika fyri at meirvirka okkara fiskaútflutning, sigur Torbjørn Jacobsen.

Ein afturvendandi trupulleiki er, at føroyskir politikarar stýra ikki Føroyum rationelt, og hetta er staðfest meira enn eina ferð.

- Teir brúka ein ørgrynnu av pengum uppá undirstøðukervi, men klára ikki at rationalisera. Tað er brúk fyri politikarum, sum tora at halda aftur í góðum tíðum, annars er kreppa óundansleppandi og so koma aðrir inn diktera loysnir, vísir hann á.

Skrúva uppá skeiva shuntin heldur enn at tora
Tá ið tað sansar at búskaparliga, so stendur valið sambært borgarstjóranum ímillum at sub-subsidiera (geva vinnuni studning so ella so) ella ratio-nalisera.

- Men politikarar skrúva hvørja ferð uppá skeiva shuntin, studnings-shuntin, sigur Torbjørn Jacobsen.

Komandi samgonga skal í holtur við at gera nakað við bústaðarpolitikkin, heldur Torbjørn Jacobsen.

- Nú fara í hús í Havn fyri sjey milliónir krónur. Altso, kann man siga nakað um, at ein ungur útbúgvin føroyingur við lestrarskuld velur ikki at seta seg í Føroya-flúgvarin úr Kastrup, spyr Torbjørn Jacobsen, sum heldur, at Bústaðir er endað sum ein parodi við íbúðum, sum vanligar inntøkur ikki megna at gjalda.

Trý átøk
x- Tragi-komiskt verður tað, tá ið høvuðsstaðarkommunan fer inn við skattaborgarans pengum fyri at fáa húsaleiguna niður, sigur Torbjørn Jacobsen, sum nevnir trý átøk, hvørt í sínum geira, sum í hvussu er skulu til, skal støðan batna.

- Kommunurnar mugu seta ferð á útstykkingar, landsmyndugleikin má fáa konseptið við Húsalánsgrunninum at virka aftur (fígging av ytsta veðrætti) og so mugu føroysku pensiónsgrunnarnir á banan í nógv størri mun, sigur Torbjørn Jacobsen, sum leggur afturat, at hann skilir ikki, hví pensjónsgrunnarnir eru so afturhaldnir.

Ein A, C og E-samgonga er sambært Torbirni Jacobsen tann, ið hann setur bestu vónirnar til.

- Hon hevur størstu kílakraftina til at loysa tjóðskaparmálið, meðan hini málini kunnu fremjast grundað á eina pragmatiska tilgongd, sigur Torbjørn Jacobsen.


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

20. mars kl. 13:01

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59