Vit kundu gott tikið undir við, at pensjónsaldurin hækkar. Men tað er við einari treyt. Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Sum tey flestu hava fingið við, hevur samgongan lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka pensjónsaldurin, so líðandi, so at hann verður 70 ár í 2043.
Tað er eitt munandi tak fyri at bøta um haldførið í føroyska búskapinum.
Uppskotið hevur elvt til stóra misnøgd, men fyri at sissa fólk, hevur samgongan eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um eina tíðartreytaða pensjón.
Tað merkir, at tey, sum fara tíðliga á arbeiðsmarknaðin, skulu framvegis kunna verða pensjónerað eftir at hava arbeitt í 50 ár, tað merkir, sum 66 ára gomul, ella kanska 68 ára gomul.
Hendan lógin kemur í gildi um 10 ár. Løgtingið hevur samtykt hetta einaferð, men mánadagin skal endalig støða takast.
Heri Reynheim sigur, at hann kundi tikið undir við, at pensjónsaldurin hækkar. Men hann sigur, at treytin er, at vit fáa eina ordiliga, tíðartreytaða pensjón.
Og hann heldur, at uppskotið, sum nú fyriliggur, er einki vert. Eftir uppskotinum skulu fólk arbeiða í samfull 50 ár, áðrenn tey kunnu verða pensjónerað.
Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag heldur, at tað er alt ov leingi. Hann sigur, at varð tað lækkað niður í 44 ár, hevði tað verið meiri hóskandi, og so kundu tey góðtikið, at pensjónsaldurin annars, hækkar.
– Verkafólk, sum hava staðið við fótakulda á einum vátum gólvi, ella skipsdekki, síðani tey vóru blaðung, hava uppiborðið at sleppa frá eftir 44 ár, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tølini, samgongan grundar uppskotið um tíðartreytaða pensjón upp á, er ein miðal livialdur.
Men tað er eisini ein royndur lutur, at verkafólk liva ikki líka leingi, sum fólk við útbúgving og tí má lógin um tíðartreytaða pensjón lagast til - og at noyðast at arbeiða í samfull 50 ár, er alt ov leingi, endurtekur hann.
– Verkafólk eru ung tá ið tey fara til arbeiðis , og sostatt eru tey við til at rinda útbúgvingina fyri tey, sum lesa.
– Tí skulu tey eisini sleppa av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tey, sum hava útbúgving. Tað er logikkur, tí annars eru vit fyri vanbýti, sigur Heri Reynheim.