Ongi úrslit

Útlendingur koyrdi út av - vegurin stongdur í hálvanannan tíma

Tað vóru ringar umstøður at arbeiða, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
14. mai 2025 kl. 07:45

Seinnapartin í gjár var ferðsluruðuleiki á Tjørnuvíkarvegnum. Har er smalt og í gjár var eín útlendskur ferðamaður í Tjørnuvík við bili.

Men hann kom ov langt út á jaðaran og fór út av og endaði í veitini. Har var nakað av ferðslu, so tað var skjótt, at rættiliga nógvir bilar stóðu báðu megin, og sluppu hvørki aftur ella fram.

Løgreglan sigur, at tað gjørdi, at umstøðurnar at fáa bilin upp aftur, vóru ringar, tí fyrst máttu bilarnir, sum stóðu og bíðaðu, fáast burtur aftur fyri at sleppa framat bilinum, sum var farin út av.

Ay endaði eydnaðist at sleppa fram at við einum lendisakfari, sum fekk drigið bilin uppaftur.

Løgreglan sigur, at sostatt vóru tey í Tjørnuvík avbyrgd frá umheiminum í hálvanannan tíma seinnapartin í gjár.

Men tey høvdu fyrireikað seg, so skuldi tað verið brúk fyri sjúkraflutningi, var tyrlan til reiðar.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37