Ongi úrslit

Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin

Granskingarráðið
24. sepember kl. 19:00

Vísindavøka – størsta almenna tiltakið í Føroyum, sum fagnar gransking, menning og nýskapan – fer av bakkastokki fríggjamorgunin. Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september kl. 8.30 og varir til á leið kl. 16.30.

Í Kongshøll á 4. hædd verða 20 stuttar framløgur um alt frá vitlíki á føroyskum og sjónarmið um grindadráp til dálkingarevni í havhesti og CO2 útlát í føroysku undirgrundini.  Sí dagførdu skránna her

Uttanfyri, á Svalanum og á 3. hædd eru ymisk tiltøk fyri stór og smá.

Uttanfyri fara fólk frá Havstovuni millum annað at kanna fiskar og sýna fram hópin av fiskasløgum. Lærarar og næmingar á Glasi gera ymsar stuttligar og hugvekjandi royndir.

Á Svalanum fara sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum m.a. at hava ein bás, har fólk kunnu fara á ferð inn í kroppin við VR brillum, fylgja blóðrenslinum o.a.

Fólk frá Firum fara at sýna fram magakanning av rognkelsum ella seiði og akvarium við hvalspýggju, og møguleiki verður at hyggja at laksahjørtum í mikroskopi.

Og fólk frá Land- og sjókortsdeildini á Umhvørvisstovuni fara at sýna fram pappírsjókort og hava ein skíggja við myndum frá uppmátingararbeiði, mátitólum o.l. Heilsustýrið, Sjókovin, Jarðfeingi, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landsbókasavnið verða eisini við á Svalanum. 

Á 3. hædd fara fólk frá Tjóðskjalasavninum at vísa, hvussu føroyska skriftin er broytt gjøgnum tíðina, millum annað við at vísa fram gomul skjøl, ið Tjóðskjalasavnið hevur í varðveitslu.

Møguleiki verður at royna at skriva bræv til sín sjálvs í framtíðini við fjøðurpenni, ið síðani verður stemplað við segli eins og gjørt varð í gomlum døgum. 

Eisini verður ein básur við tilfari um granskingarstuðul frá ES. 

Til ber eisini at royna seg í fleiri kappingum. Millum annað skipar Granskingarráðið fyri eini teknikapping. 

Dagurin endar við miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðum, framløgu frá Gunnleygi Clementsen við góðum ráðum um vitlíki í gransking og handan av ársins miðlaheiðursløn.

Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.

Stoymt verður frá framløgunum í Kongshøll - til ber at fylgja við her

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04