Ongi úrslit

Vinnararnir av teknikapping eru kosnir

Tekningar komu úr øllum landinum, bæði frá skúlum og frá einstaklingum

gransking.fo
22. oktober kl. 22:15

200 forvitnislig og væl teknaði boð upp á, hvat granskarar takast við, komu inn til teknikappingina, sum Granskingarráðið skipaði fyri i sambandi við Vísindavøkuna.

Vit bjóðaði børnum og ungum at tekna myndir av, hvat tey ímynda sær at ein granskari ger, eitt nú, hvat ið verður granskað, hvussu gerandisdagurin hjá einum granskara er; hvussu arbeiðsplássið sær út; um tað er úti ella inni?

Tað var stuttligt at hyggja gjøgnum bunkan av tekningum, sum vit fingu sendandi í samband við teknikappingina.

Tekningar komu úr øllum landinum, bæði frá skúlum og frá einstaklingum. Onkrar komu við telduposti, aðrar við Posta og nógvar vórðu lagdar í kassan, sum vit høvdu við okkum í Sjóvinnuhúsinum á Vísindavøku.

Tað var ikki lætt at velja vinnaratekningarnar, tí nógvar góðar og eisini sera ymiskar tekningar eru komnar inn.

Tær tríggjar tekningarnar, sum at enda vórðu kosnar vinnarar, vóru teknaðar av:

Emblu Rán úr 7.b. í Hoyvíkar skúla
Ró Mariu úr 3. fl. í Kvívíkar skúla
Sandru Kristu úr 2. fl. úr Skúlanum á Fløtum

Tær fáa 500 kr hvør.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

20 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03