Ongi úrslit

Viljormur tekur støðu í næstu viku

Tað er møguleiki fyri, at liðformaðurin seinnapartin fer at spæla fyri síðstu ferð á HB liðnum

Jonhard Hammer
25. oktober kl. 11:31

HB fyrireikar seg nú til at fara norður til Gøtu. Síðsti landskappingardysturin í ár verður í Sarpugerði klokkan 14.30, og tá hevur HB møguleika at vinna silvurkrónurnar.

Tað er greitt, at André Olsen verður venjari í 2026. Stóri spurningurin er, hvussu liðið verður mannað næsta ár.

Umleið helmingurin av spælarunum, sum í ár hava verið við til at manna liðið, hava skrivað undir sáttmála. Millum teir, sum ikki hava skrivað undir sáttmála, eru toppskjúttin Emil G. Pedersen og liðformaðurin Viljormur Davidsen. Hesir báðir hava verið bestu HB spælararnir í ár.

Tað ljóðar, at Viljormur Davidsen næsta ár fer at spæla við barndómsfelagnum NSÍ, og tað ljóðar eisini, at 07 Vestur er áhugað í at fáa hann at spæla har vesturi.

-Eg havi fingið onkrar fyrispurningar, men enn er eingin avgerð tikin. Í næstu viku verður møguleiki at hugsa um hetta, sigur Viljormur Davidsen.

Fert tú at halda fram í HB?

-Nú verður sáttmálaskeiðið við HB liðugt, og so er møguleiki fyri nýggjum sáttmála. Um hann verður við HB ella okkurt annað felag, fáa vit at síggja. Í løtuni snýr tað seg um dystin ímóti Víkingi, sum er tann síðsti í hesum sáttmálaskeiðnum.

34 ára gamli Viljormur Davidsen hevur spælt við HB í trý ár. Hann hevur spælt 86 dystir í reyðu og svørtu troyggjuni, veit FaroeSoccer at siga.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10