Ongi úrslit

Viljormur bíðar eftir 90 talinum

Sammett við liðið, sum hóskvøldið avrikaði so væl og vann stórsigur ímóti Montenegro, vera tað bara ein ella tvær broytingar, tá ið Føroyar í dag fara at spæla ímóti Kekkia

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 10:38

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, tá ið favorittarnir úr Kekkia eru mótstøðuliðið. Hóskvøldið vunnu Føroyar 4-0 á heimavølli ímóti Montenegro. Hetta var størsti sigur nakrantíð í undankappingardysti, og spælararnir hildu í gjár, tá ið teir aftur vóru savnaðir, eftir at teir í eitt samdøgur høvdu verið við hús og summað seg, at avrikið ímóti Montenegro var millum tey bestu yvirhøvur, sum Føroyar hava megnað í teimum 255 dystunum, síðani Føroyar í 1988 spældu tann fyrsta altjóða skrásetta landsdystin.

Hóskvøldið sat Viljormur Davidsen alla tíðina á beinkinum. Landsliðsvenjarin gav Martini Agnarsson nýggjan møguleika á vongverjanum í vinstru, eftir at hann spældi so væl og skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum í Gibraltar.

Á tíðindafundinum í gjár segði Eyðun Klakstein venjari, at í dag verður talan um heilt øðrvísi uppgávu enn hóskvøldið. Kekkia eigur væl stinnari lið enn Montenegro, og føroyska liðið verður ivaleyst meiri í verjustøðu, enn tað var hóskvøldið.

-Kekkisku spælararnir eru skjótari, og teir eru betri fyri í bóltførleika, og teir eru kropsliga sterkari, enn mótstøðumenninir hóskvøldið vóru, sigur Eyðun Klakstein.

Venjarin segði á tíðindafundinum í gjár, at tað kann væl vera, at tað verður onkur broyting, men at talan verður ikki um fleiri broytingar:

-Spælararnir eru væl fyri. Vit hava ikki ferðast, sum vit gjørdu, tá ið vit fóru til Gibraltar og skiftu seks spælarar út, segði Eyðun Klakstein.

Sum tað skiltist í FSF húsinum í gjár, so er møguleiki fyri, at tað vera ein ella tvær broytingar.

Ein møguleiki er, at Géza Dávid Turi fær møguleikan á miðvøllinum undir liðini á Brandi H. Olsen, men tað kann eisini vera, at Jákup B. Andreasen aftur fær møguleikan, tí hann spældi seg ordiliga upp í seinna hálvleiki ímóti Montenegro, eftir at hann í fyrra hálvleiki hevði tað torført við onkrum sendingum.

Hin møguleikin, sum kanska er meiri sannlíkur, er, at Viljormur Davidsen fer at avloysa Martin Agnarson á vongverjanum í vinstru. Martin var góður ímóti Montenegro. Um Viljormur fær møguleikan í dag, so verður tað tí, at venjarin heldur hann vera stinnari í verjukenda leiklutinum, sum tað verður meiri brúk fyri í dag, enn tað var hóskvøldið.

Viljormur Davidsen hevur leingi verið fastur maður á vongverjanum í vinstru, men nú hevur hann av álvara fingið kapping frá Martini Agnarsson, sum hevur ment seg nógv, síðani hann bleiv fastur maður í Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini.

Um Viljormur verður millum teir fyrstu ellivu í dag, so verður hann liðformaður, nú Hallur Hansson ikki er tøkur. Um Viljormur ikki verður millum teir fyrstu ellivu, so verður Odmar Færø aftur liðformaður.

34 ára gamli Viljormur Davidsen hevur spælt 89 landsdystur. Í kvøld hevur hann møguleika at vera triði spælarin, sum røkkur 90 landsdystum. Hinir báðir eru Fróði Benjaminsen (95) og Jóan Símun Edmundsson (97).

-Eg eri væl fyri, og um venjarin heldur, at eg skal spæla í kvøld, so eri eg klárur. Tað hevur altíð kenst at vera heiður at umboða føðilandið, og soleiðis er tað framvegis. Hópurin er góður, og tað er kapping um plássini á liðnum, og soleiðis eigur tað at vera, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu við Dimmalætting.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í dag verður klokkan 17. Dómari verður  Andrea Colombo úr Italia, sum er dómari í bestu italsku deildini, seriu A.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14