Higartil í ár hava 183 útlendskir stuttleikabátar verið í Føroyum. Men Taks vil ikki upplýsa, hvussu nógvar av teimum, tollararnir hava kannað.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkim, hevur spurt landsstýriskvinnuna, sum varar av Taks, Ruth Vang, hvussu nógv Taks ger burtur úr at kanna teir stuttleikabátar, sum koma til Føroya.
Hon vísir á, at ólóglig rúsevni floyma inn í landið, sum hon málber seg, og hon vil fegin hava at vita, hvussu nógvar av hesum bátum, tollararnir hava kannað - eisini fyri rúsevni.
Ruth Vang sigur, at higartil í ár hevur Taks skrásett 183 útlendskar frítíðarbáar og stuttleikabátar, sum eru komnir í føroyskar havnir.
Í hesum sambandi hevur Taks skrásett 94 stuttleikabátar sum eru komnir á Havnina, 10 stuttleikabátar hava verið í Klaksvík og 45 stuttleikabátar hava verið í Vági.
Taks sigur, at teir verða kannaðir útfrá eini váðameting, men tey vilja ikki upplýsa, hvussu nógvir bátar eru kannaðir.
Ruth Vang sigur eisini, at 15 av bátunum hava verið í Føroyum meira enn einaferð í ár. Her er serliga talan um bátar, sum hava verið í Íslandi og vent. Hinvegin hevur eingin av hesum bátum hevur verið meira enn tvær ferðir í Føroyum í ár.
Annars sigur Ruth Vang at Taks hevur 12 tollarar. Men teir eru allir í Havn, og haðani ferðast teir so runt alt landið at gera eftirlit.
Sostatt hevur Taks ongar tollarar í Klaksvík og Suðuroynni.
Taks hevur tveir narkohundar og tey halda, at tað tað passaligt, tá ið hugsað verður um talið á tollarum.
Narkohundarnir verða brúktir um alt landið, har brúk er fyri tí sambært váðametingarnar hjá Taks. Men heldur ikki í heum føri upplýsir Taks, hvussu nógv eftirlit, hundarnir hava verið brúktir til.