Vilja hava Paul Watson av svartalista í Japan

Sum støðan er nú, kann hann næstan ikki ferðast nakrastaðni, tí hann kann verða handtikin hvar sum helst

Áki Bertholdsen
6. januar 2025 kl. 12:31

Tað vakti ans tá ið illa gitni hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson, varð leyslatin úr varðhaldinum í grønlendska høvuðstaðnum, Nuuk, beint fyri jól.

Men hóast hann varð leyslatin, er hann ikki frælsur maður kortini, siga sakførararnrir hjá honum.

Paul Watson varð handtikin seinast í juli tí myndugleikarnir í Japan hava eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiði har fyri 15 árum síðani.

Men myndugleikarnir í Danmark mettu ikki at treytirnar fyri at útflýggja hann, vóru til staðar og tí varð hann leyslatin, og fór beint heim aftur til Fraklands, har hann býr.

Men enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur, tí eftir at hann var leyslatin, hava sakførarar hansara gjørt greitt, at enn er Paul Watson ikki frælsur maður.

Altjóða eftirlýsingin hjá Japan stendur nevniliga við og tí er tað ógvuliga avmarkað, hvat Paul Watson kann gera av at ferðast, tí hann kann verða handtikin næstan hvar sum helst.

Tí siga teir, at næsta takið verður at fáa Japan at sleppa kravinum um at fáa Paul Watson leysætnan, og at altjóða eftirlýsingin verður strikað.

Hinvegin siga tey, at hesi seinastu nógvu árini hava myndugleikarnir í Japan ikki gjørt nakað fyri at fáa hann útflýggjaðan fyrr enn nú.

Nú er málið sostatt tikið fram aftur og sostatt liggur málið framvegis og flýtur í skipanini hjá altjóða løgregluni, Interpol.

Tað merkir so aftur, at fer Paul Watson úr Fraklandi, kann hann verða handtikin aftur, og so skal hann kanska aftur sita í varðhaldi í fleiri mánaðir til málið verður avgreitt.

Næsta mál hjá okkum er gera ein enda á málinum og at fáa Japansku myndugleikarnr at taka eftirlýsingina aftur, søgdu sakførararnir hjá Paul Watson.