Ongi úrslit

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Hann koyrdi so óstøðugt, at tað kundi enda heilt galið, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
6 minuttir síðan

Á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur, sum var á veg norðureftir í Kollafjarðartunlinum, koyrdi so óstøðugt, at tað var lívshættisligt.

Bilurin kom yvir í vinstru síðu, og var við at rena á fleiri bilar, sum komu suðureftir, men teir sluppu undan. Í tí eina førinum gekk kortini ikki meiri, og speglini tóku í hvørt annað.

Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á bilinum, og tað vísti seg, at talan var um ein elligamlan bilførara, sum í hvussu so er var yvir 80.

Løgreglan sigur, at tey mettu um støðuna og úrslitið var, har hann var ikki førur fyri at koyra bil á tryggan hátt og tí varð koyrikortið tikið á staðnum.

Tað tók bilførarin, men vil hann hava koyrikortið aftur, kann hann fara til lækna at vita um hann stendur heilsuligu royndina.

Løgreglan sigur, at hesa ferð vóru tey heppin, tí hetta kundi verðið ein álvarslig vanlukka - serliga tí at talan er um koyring inni í einum tunli.

Løgreglan sigur, at tað hendir seg meiri enn so, at bilførarar, serliga eldri bilførarar, blíva mestsum blindir eina løtu tá ið teir koma úr ljósi inn í ein tunnil og tað knappliga verður myrkt.

Tað kann taka eina løtu at venja seg við myrkri, men tað kann fáa tey at missa orienteringina eitt fitt petti inn í tunnilin.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

17 tímar síðan

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30