– Tað er áhugi fyri at búseta seg í Hovi. Tað staðfestir Delmar Tausen, borgarstjóri. Hann sigur, at tað hendur seg ofta, at fólk venda sær til kommununa at spyrja um nøkur hús er til taks í Hovi. Hetta eru fólk, sum vilja búseta seg í Hovi. Talan er bæði um hovbingar og um fólk sum hava tilknýti til bygdina upp á onkran máta, sigur borgarstjórin.
Men talan er eisini um heilt fremmand fólk, leggur hann afturat. – Høvdu vit havt býli til øll tey, sum hava spurt seg fyri, hevði tað verið munandi fleiri fólk í Hovi enn tey 107 fólkini, sum nú búgva her, sigur Delmar Tausen.
Einki at fáa
Delmar Tausen sigur, at trupulleikin er, at tað eru eingir bústaðir til taks í Hovi. – Tað eru annars nógv hús, har eingin býr, men tey, sum eiga tey, eru ikki sinnað leiga tey út til fólk at búgva í, sigur hann.
Borgarstjórin sigur, at tilsamans eru eini 45 hús í Hovi, sum fólk býr. Men afturat teimum eru eini 10 - 12 hús, sum eingin býr í, leggur hann afturat. Sostatt er tað umleið fimta hvørt hús í Hovi, sum stendur myrkt.
Hinvegin hevur kommunan nøkur grundstykki til taks. Tað hevur kommunan havt í áravís, men Delmar Tausen sigur, at tað gongst illa at sleppa av við tey. – Tað hevur meiri enn so hent seg, at fólk hava biðið um eitt grundstykki - og tey hava eisini fingið tað - men so hava tey latið tað inn aftur, tí tey fáa ikki fígging at byggja fyri.
rupulleiki, at tað er so ringt at fáa fígging til at byggja fyri í útjaðaranum í Føroyum - og ikki minst er tað upp aftur truplari í smábygdunum í útjaðaranum, sigur borgarstjórin.
Ein stórur bági við avgjaldinum
Nú hava kommunurnar kring landið fingið heimild til at leggja avgjald á tóm hús. Tað er tí, at kommunur hava eisini útreiðslur av kloakk, vatnveiting, og øðrum, til hús, sum standa tóm. Næsta ár kann avgjaldið vera í mesta lagi vera 7.945 krónur fyri hvørt hús, sum stendur tómt. Tað eru 662 krónur um mánaðin.
Men hetta er hámarksupphæddin, tí gjaldið kann ongantíð verða hægri enn tær veruligu útreiðslurnar, kommunan hevur av teimum tómu húsunum.
Delmar Tausen sigur, at í bygdaráðnum hava tey ikki viðgjørt um tey skulu leggja avgjald á tey tómu húsini í bygdini. Men hann sigur, at eyðvitað fer málið at verða tikið upp, so má tíðin vísa, hvat niðurstøðan í bygdaráðnum, verður.
Hinvegin staðfestir Delmar Tausen, at hetta er ein skipan, sum verður tung at umsita. Tað eru nevniliga kommunurnar sjálvar, sum skulu umsita hana. Tað fer at krevja eitt ávíst arbeiði hjá kommununum at finna býlini, har eingin er skrásettur at búgva og at finna eigararnar.
Tað fer somuleiðis at krevja umsitingarliga orku, at rokna avgjaldið út, og at krevja tað inn.
Tí heldur borgarstjórin, at hetta verður eitt krevjandi øki hjá lítlum kommunum at umsita, so spurningurin er um tað verður meiri møði enn føði. Sjálvur heldur borgarstjórin í Hovi, at tað skuldi verið Taks, sum umsat skipanina fyri kommunurnar.