Roynt verður nú at fáa lív aftur í ferðavinnufelagið í Suðuroy. Suðuroyar Ferðavinnufelag er eitt felag við umboðum úr øllum kommununum og endamáli er at menna ferðavinnuna í Suðuroy.
Men fyri nøkrum árum síðani tók Tvøroyrar Kommuna seg úr samstarvinum og samstundis hevur virksemið ligið stilt í eina tíð.
Men nú vilja hinar kommunurar hava lív aftur í felagið og tí hava tær biðið Tvøroyrar býráð umhugsa limaskapin av nýggjum.
Í áheitini á Tvøroyrar býráð skrivar hinar kommunurnar, at tær hava tikið støðu til at fáa lív aftur í felagið.
– Vit meta, at tað er av stórum týdningi, at allar kommunurnar á Suðuroynni eru umboðaðar í felagnum og standa saman um at menna oynna sum ferðamál - eisini tit í Tvøroyrar kommunu, skriva tey til Tvøroyrar býráð.
Í Tvøroyrar býráð eru tey sinnað at taka málið upp aftur - men tey hava síni fyrivarni.
Eitt nú vilja tey hava at vita, hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta fer at fáa fyri kommununa.
Somuleiðis vilja tey kanna um fyri viðtøkurnar fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, samsvara við tørv og ynskir hjá Tvøroyrar kommunu.
Eitt nú stendur í viðtøkunum, at kommunurnar hava eina atkvøðu í part í felagnum. Men tað vil Tvøroyar býráð hava broytt soleiðis at kommunurnar hava skyldur og rættindi eftir fólkatalinum í teimum ymsu kommununum.
Tað merkir, at kommunurnar skulu hava ávirkan eftir fólkatalinum í teimum ymsu kommunum.
Í áheitini um at endurstovna felagið, halda hinar kommunurnar, at tað hevur stóran týdning at hava eitt ferðavinnufelag, sum kann virka fyri menning í allari oynni og tí halda tær, at tað hevur stóran týdning, at allar kommunurnar eru við.
Í hesum sambandi vísa tær til lógina um burðardygga ferðavinnu, har tað stendur, at:
Allar kommunur skulu, saman við bóndum, heimafólki og øðrum viðkomandi pørtum, gera eina ferðavinnuætlan, har ferðavinnuvirksemið í kommununi verður greinað og fyriskipað soleiðis, at tað í minst møguligan mun ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólk, mentan og mentanararv samsvarandi endamáli løgtingslógarinnar.
Ferðavinnuætlanin skal røkka út á kommunumark, men kommunur kunnu samstarva um at gera ferðavinnuætlanir fyri natúrligt avmarkað øki.
Tey, sum annars sita í nevndini í Suðuroyar Feðavinnufelag í lørtuni, eru:
Jónfinn Lyngvej Poulsen, Hvalbiar kommuna
Arni Teindal, Fámjins kommuna
Lina Hamrá Grækarisdóttir, Hovs kommuna
Ása Bech, Porkeris kommuna
Magnus Pauli West, Vágs kommuna
Halltóra Joensen, Sumbiar kommuna