Ongi úrslit

Vil hava tøl á borðið fyri hvat tað kostar at fáa útlendingar til Føroya

Áki Bertholdsen
29. august kl. 16:43

Útlendingar, sum koma til Føroya, skapa ikki bara inntøkur. Teir eru eisini ein útreiðsla fyri bæði landskassan og kommunurnar.

Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Og nú vil hon hava Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at leggja tølini á borðið fyri, hvørjar útreiðslur í roynd og verið standast av at fáa útlendingar til Føroya.

 – Víst verður mangan á, hvønn týdning útlendsk arbeiðsmegi hevur fyri føroyska búskapin, men minni verður greitt frá um tær útreiðslur, sum fylgja við, sigur løgtingskvinnan.

– Vit vita, at drúgvar viðgerðartíðir hava víst, at Útlendingastovan hevur brúk fyri fleiri starvsfólkum og nýggjum KT-skipanum. Eisini hevur trupulleikin við uppihaldskortum longu kravt eyka arbeiðsorku og kostnað.

– Hetta merkir, at tað eru størri útreiðslur hjá almennu kassunum, sigur Eyðdis Hartmanna Niclasen.

– Harumframt hevur familjusamanføring við sær útreiðslur hjá bæði landi og kommunum í samband við integratión á dagstovnum, skúlum og hjá heilsuverkinum, sigur hon.

Harumframt eru útreiðslurnar á barnaverndarøkinum hækkaðar munandi frá 2023 til í fjør.

– Í Danmark vísa greiningar, at innflutt arbeiðsmegi gevur eitt positivt íkast, men familjusamanføringar, tíverri, draga niður, sigur tingkvinnan fyri Sambandsflokkin.

Tí heldur hon, at tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørjar útreiðslur Føroyar hava á hesum økinum, og um nøkur búskaparlig meting er gjørd, tá ið bæði inntøkur og útreiðslur verða tiknar við.

Mest lisið hesa vikuna

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Suðuroyartunnilin – dirvi ella fíggjarligt óvarsemi?

22. november kl. 21:56

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til Himmals

24. november kl. 12:47