Ongi úrslit

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til Himmals

Áki Bertholdsen
17 tímar síðan

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til himmals. Tað vísir ein uppgerð hjá Føroya Banka, sum Landsbankin nú ber víðari.

Uppgerðin vísir, at bara hesi seinastu tíggju árini eru sethúsaprísirnir í Havn tvífaldaðir. Og tað eru teir eisini í Sandoynni og í Suðuroynni, sum eru bólkaðar saman.

Somuleiðis er prísurin á eigaraíbúðum í Tórshavn tvífaldaðir, og teir eru næstan trífaldaðir í stóru og smáu bygdunum.

Nú kosta eini sethúsaprís í Havn, 4,4 milliónir í miðal, og íbúðirnar kosta 3,1 milliónir í miðal.

Í størri bygdunum er miðalprísurin fyri eini sethús 2,6 milliónir og í smærru bygdunum er hann 2,1 milliónir. Í Suðuroy og Sandoy, sum altso eru bólkað saman, eru sethúsini seld fyri 1,2 milliónir í miðal higartil í ár.

Tey dýrastu fimm prosentini av sethúsunum, ið eru seld í Havn higartil í ár, eru farin fyri næstan 5,8 milliónir í miðal. Og dýrastu fimm proentini av íbúðunum, ið eru seldar í Havn, eru farnar fyri 4,4 milliónir í miðal.

Tær dýrastu fimm prosentini av íbúðum, sum er seldar í størru bygdunum, eru farnar fyri 3,3 milliónir í miðal.

Hinvegin vísir ein uppgerð eisini, at lønirnar hjá fólki eru verri enn so hækkaðar líka nógv sum bústaðarprísirnir.

 Talvan oman fyri vísir gongdina á sethúsaprísum og gongdina í lønunum. Tann grøna strikan vísir, at sethúsaprísirnir eru hækkaðir nógv meiri enn lønirnar, sum eru tann bláa strikan.

Sostatt verður tað alsamt tyngri hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið.

Í 2023 lækkaðu sethúsaprísirnir eitt vet og orsøkin til tað er helst tann, at rentan hækkaði.

Síðani í fjør eru renturnar lækkaðar og síðani eru sethúsaprísirnir hækkaðir aftur.

Somuleiðis hava húsarhaldini fingið lønarhækking og skattalætta, ið betrar um fíggjarstøðuna og sostatt møguleikan fyri at bjóða uppá eini hús.

Landsbankin sigur, at fremsta orsøkin til, at sethúsaprísirnir framvegis fara til himmals, er, at alt ov lítið verður bygt afturímóti tí eftirspurningi, sum er.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53