Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, luttók leygardagin á einum anti-krígstiltaki í býnum Kecskemét.
Hann brúkti høvið til at greiða frá, hví ungarar skulu sleppa sær undan at atkvøða fyri einum pro-evropeiskum flokki á ungarska tjóðartingsvalinum í 2026.
- Evropeiskir leiðarar hava avgjørt, at Evropa skal í kríggj. Ein offisiell støða er um, at Evropa skal vera klárt í 2030. Tey byggja upp ein krígsbúskap og tey fyrireika seg, segði Orbán.Tað skrivar blaðið Magyar Nemzet.
Fyri at sleppa undan kríggj er tí talan um at vit mugu gera Ungarn sterkt, helt hann fram.
Í oktober legði ES-nevndin fram fýra stórar verjuverkætlanir, sum skulu gera Evropa klárt at verja seg í 2030, men eingin offisiell støða er løgd fram, um at Evropa skal fara í kríggj.