Ongi úrslit

Víkingarnir eru komnir á talvuna

Jósef Ólavsson Gleðisheygg skoraði sigursmálið, tá ið HB í Sarpugerði legði rygg til fyrsta tapið í landskappingini í eitt lítið ár

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Eftir trý umfør er Víkingur komið á talvuna. Í kvøld eydnaðist tað at avgreiða heimadystin ímóti HB, sum orsakað av veðri tvær ferðir er útsettur.

Víkingur vann 2-1. Harvið hevur Víkingur vunnið ársins fyrsta sigur, og harvið hevur HB fyri fyrstu ferð tapt í landskappingini, síðani André Olsen fyri einum knøppum ári síðani tók við sum HB venjari og í fyrstu royndini vann í Sarpugerði.

Tá ið ein tími var farin, legði HB seg á sigurskós. Málskjútti var norski álopsspælarin Storm Pettersen, sum nú hevur skorað trý mál í trimum dystum.

So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum kendist hava kós ímóti triðja sigrinum og harvið fullari úrtøku.

Soleiðis var tað í 11 minuttir. Tá eydnaðist tað Víkingi at javna og skora ársins fyrsta mál. Innskifti Aron Benjaminsen legði við frísparki úr høgru fram í brotsteigin, og har var tað miðverjin Arnbjørn Svensson, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Tá sá tað ikki so gott út í miðverjuni hjá HB, sum annars hevði verið rættiliga sannførandi.

Tríggjar minuttir seinni var heimafagnaðurin øgiligur í Sarpugerði. Nýggi vongverjin í høgru Jósef Ólavsson Gleðisheygg var aftur í kvøld eyðsýndur, og hann varð dagsins maður, tá ið hann eitt korter undan leikloki og úr høgru smekkaði bóltin flatt í handara síðunetið.

HB setti Bartal Wardum og Erik Sorga inn í álopið fyri Storm Pettersen og Dan í Soylu, og tað bar onkran stóran møguleika við sær, men tað eydnaðist ikki at fáa bólin í málið aftanfyri Bárð á Reynatrøð, og tað kendist vera stórur lætti og av álvara kæti, tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 2-1.

Mest lisið hesa vikuna

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

Í gjár kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

16 tímar síðan

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

6 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24