Fyrra helvt av lesarbrævinum hjá Skaale er viðmerkingar til eina útvarpssamrøðu í KVF, sum eg ikki fari at taka støðu til her.
Iran, Hussain og antisemitisma
Tað, sum tó krevur viðmerking, er mátin Skaale nevnir, at danski forsætisráðharrin og jødar í Danmark hava brúk fyri serligari verju – og beint eftir vendir sær móti Iran, shiamuslimum og myndum frá Ashura-skrúðgongum. Sjálvt um hann ikki sigur tað beinleiðis, so leggur henda samansetingin upp til, at lesarin skal knýta hesi ting saman. Tað er ein implikatión, sum eigur at verða mótmælt.
Tað er ein harmiligur veruleiki, at politikarar og minnilutar í Danmark hava tørv á verju. Men er tað rímiligt at seta hetta í samband við Iran ella shia-islam?
Iran hevur, til dømis, eitt gamalt og væl rótfast jødasamfelag. Í Teheran eru fleiri synagogur, sum verða brúkt regluliga. Ein sjónligur munur á synagogum í Teheran og í Danmark er, at í Teheran er vanliga eingin tørvur á vaktum ella støðugari politiverju. Jødar verða ikki regluliga álopnir á gøtuni. Hetta ger ikki Iran til eitt liberalt fólkaræði – men tað ger frásøgnina, sum her verður róð uppundir, nógv meira fløkta.
Hjá Skaale tykist Ashura-sorgargongan fyri Hussain at fungera sum eitt argument í sær sjálvum – ein visuell stytting, sum skal vísa, at shia-islam, og í víðari merking Iran, umboðar nakað hóttandi. Út frá egnum royndum haldi eg hetta vera beinleiðis misvísandi.
Eg havi ferðast í Iran undir øllum Muharram-minningarhaldinum, og eg havi verið í Karbala í Irak undir sama tíðarskeiði, har meir enn 20 milliónir shiamuslimar úr Irak, Iran og øllum heiminum savnast. Ongantíð kendi eg meg ótryggan ella hóttan. Tvørturímóti: eg hevði nógv heldur lagt meg at sova úti um náttina í Karbala ella Teheran enn í Keypmannahavn ella Minneapolis.
Jødar í arabiskum heimi – Avi Shlaim
Avi Shlaim – arabiskur jødi, føddur í Bagdad, seinni ísraelskur og bretskur professari í søgu – hevur víst á, at áðrenn 1948 var eingin “jøda-trupulleiki” í Irak. Hesin trupulleikin tók seg fyrst upp eftir stovnanina av Ísrael. Shlaim heldur fram, at zionisman sjálv var ein høvuðsorsøk til tær umstøður, sum seinni gjørdu lívið vandamikið fyri jødar í tí arabiska heiminum. Ein kann vera ósamdur við hesa greining – men hon kann ikki bara avvísast.
Iran – seinasti ófriðurin
Somuleiðis er lítil samanhangur í royndini hjá Skaale at knýta nýggjan ófrið í Iran saman við videobrotum ella lamenteringsgomgum í Danmark, sum um hetta vóru ymiskar útsagnir av sama fyribrigdi. Tað eru tey ikki.
Tað, sum hendir í Iran, fer ikki fram í luftloysi.
Í mong áratíggju hevur USA – í praksis Washington – saman við Ísrael ført eitt støðugt politiskt, fíggjarligt og loyniligt kríggj móti Iran. Hetta fevnir um revsitiltøk, sabotasju, morð og stuðul til destabiliserandi átøk. Ein seriøs viðgerð av ófriðinum í Iran, sum letur hesa bakgrund vera ósagt, er í besta føri ófullfíggjað.
Nýggi ófriðurin byrjaði við mótmælum orsakað av búskaparligum ótryggleikum, eitt nú einum brádliga falli í virði á iranska gjaldoyranum. Hesi mótmæli vóru í byrjanini lóglig og lutfalsliga friðarlig, og iranskir myndugleikar viðurkendu alment teir búskaparligu trupulleikarnar. Tað, sum síðani hendi, var – sambært iranskum myndugleikum – ein samordnað eskalatión, har vápnaðir bólkar lupu á politistøðir, sjúkrahús, moskeir og borgarar, á mátar, sum minna um ISIS og líknandi bólkar.
Hetta er iranska frásøgnin. Sum í flestum konfliktum liggur sannleikin helst einastaðni ímillum ymiskar frásagnir, altso tað vesturlendsku og tað iransku. Men givið tað, vit longu vita um áratíggjulangt trýst, revsitiltøk og loyniliga innblanding, liggur hann nógv nærri iranska endanum enn Skaale tykist vilja viðurkenna.
Washington, Saudi-Arabia og ISIS
Ein annar parturin av søguni – sum er púra fráværandi í greiningini hjá Skaale, men sum tó er sera týdningarmikil er, at vesturheimurin, sum í verki ofta merkir Washington, hevur í nógv ár verið í tættum samstarvi við og stuðlað teimum mest radikalu, kúgandi, ultrakonservativu og als ikki demokratisku islamisku stjórnarskipanum í heiminum. Hesir statir hava beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjað radikalar islamistiskar bólkar, sum hava virkað um allan islamiska heimin, uttanfyri hann, og eisini inni í Evropa.
Hetta er ein týðandi partur av frágreiðingini um, hví ISIS og líknandi rørslur fingu breiðan stuðul, eisini úr Evropa – serliga úr sunnimuslimskum umhvørvum – samstundis sum teir vórðu ideologiskt og materiellt stuðlaðir av aktørum knýttum at Saudi-Arabia og Sameindu Emiratunum, sum bæði hava tætt samband við USA og Ísrael. Henda mótsøgn verður sjáldan viðgjørd, men hon er grundleggjandi fyri at skilja politiskan islam og tess harðligu útskot.
Er neyðugt at minna á, at núverandi forsetin í Syria hevur eina fortíð sum leiðandi jihadistur, serliga í al-Qaeda-tilknýttum rørslum, og at hesin – heldur enn at vekja djúpa politiska eftirhugsan hjá Skaale – verður viðgjørdur sum hóskandi “sjálvútnevndur” statshøvdingi og ferast millum leiðarar í vesturheiminum?
Niðurstøða
Hava vit veruligar trupulleikar í Evropa knýttar at innflyting úr muslimskum londum – bæði shia og sunni? Uttan iva.
Vísir Skaale nakra veruliga evni til at greina hesar trupulleikarnar í einum søguligum og politiskum samanhangi, ella at koma við eini haldgóðari loysn?
Eisini her er svarið greitt: nei.