Miðilin ETC skrivar at Chris Minns, ráðharri í New South Wales, hevur lýst mannin sum fekk skrykt rifluna frá einum av skjúttunum á Bondi Beach, sum eina hetju.
Óvápnaði áskoðarin leyp á vápnaða álopsmannin, og skrykti rifluna úr hondum hansara, so álopsmaðurin noyddist at rýma.
Lokalir miðlar í Avstralia hava skrivað, at maðurin er ein 43 ára gamal handilsmaður, sum eitur Ahmed al Ahmed.
Minns legði afturat, at hann ivaðist ikki í, at tað vóru nógv, nógv fólk sum enn eru á lívi í kvøld, sum úrslit av hansara dirvi .
Ahmed al Ahmed er á sjúkrahúsinum í løtuni, tí hann var skotin tvær ferðir, meðan hann avvápnaði skjúttan. Hildið verður at tað var hon skjúttin sum rakti hann.