Ongi úrslit

Verður hetta úrslitið, verður tað eitt skrædl

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 12:04

Altjóða felagsskapurin, ICES, hevur nú gjørt tilmæli um, hvussu nógv ið kann verða fiskað av makreli, svartkjaft og Norðhavsild.

Og verður tilmælið fylgt, verður tað eitt rættiligt skrædl.

Havstovan sigur, at ICES mælir nevniliga til, at fiskiskapurin eftir makreli skal minka heili 70 prosent næsta ár. Harumframt verður mælt til, at fiskiskapurin eftir svartkjafti verður lækkað 41 prosent.

Hinvegin verður víst á, at fiskiskapurin eftir norðhavssild kann verða hækkað, 33 prosent.

Havstovan sigur, at tilmæli fyri makrelin er ein fiskiskapur upp á bara 174.357 tons næsta ár, sum eru 70 prosent minni enn í ár.

Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árinim sigur Havstovan.

Tilmælið fyri svartkjaft er ein fiskiskapur upp á 851.344 tons næsta ár og tað eru 41 prosent minni enn tilmælið fyri í ár.

Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er lækkað í nýggjastu stovnsmetingini í ár.

Tilmælið fyri norðhavssild er ein fiskiskapur upp á 533.914 tons fyri næsta ár, og tað eru 33 prosent hægri enn tilmælið fyri í ár.

Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og nú er hann umleið tríggjar milliónir tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast.

Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini, sigur Havstovan.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14