Ongi úrslit

Venjarin er rørdur og fáorðaður eftir søguliga sigurin

Dagsins maður stórfegnast um, at tað eydnaðist í seinna hálvleiki at halda fram og ongantíð at toga í hondbremsuna

© Jóanis Albert Nielsen
Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Føroyski fagnaðurin í Unity Arena í Oslo er øgiligur. Síðsta bríksl ímóti Montenegro hevur verið, og máltalvan vísir 24-37. Føroyar hava vunnið í EM endaspæli fyri fyrstu ferð, og talan var um framúr sigur. Føroyar vunnu við 13 málum, og tað er heilt óhoyrt, at føroyingar í EM endaspæli megna so gott úrslit.

-Eg eri ógvuliga errin av spælarunum. Vit hava ikki vunnið okkum í miðumfarið, men eftir javnleik ímóti Sveis og stórsigur í kvøld, so sær tað gott út. Men nú mugu vit venda fokus ímóti dystinum ímóti Slovenia týskvøldið, sigur Peter Bredstorff-Larsen landsliðsvenjari, sum heilt týðuligt var sinniliga ávirkaður, tá ið vit tosaðu við hann .

Óli Mittún var toppskjútti við 10 málum, og hann átti eina rúgvu av uppleggum til onnur mál. Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu vóru eisini stórskjúttar, men fyrst og fremst var talan um liðavrik, sum var grundað á verjuavrik, sum var á stigi, sum neyvan er sæð áður í føroyskum hondbólti.

Dagsins maður varð málverjin Pauli Jacobsen kosin at vera. Hann bjargaði næstan aðrari hvørjari roynd:

-Vit eru ógvuliga fegnir og takksamir fyri, at vit eru við til hetta. Áskoðararnir vóru aftur í kvøld heilt fantastiskir, og tá ið teir síggjast og hoyrast soleiðis, sum vit í kvøld vóru vitni til, so kunnu vit á vøllinum ikki gera annað enn tað, sum vit gjørdu. Vit eru fegnir um, at tað í seinna eydnaðist at halda fram og heldur enn at toga í hondbremsuna at halda fram við álopsspælinum og at økja um leiðsluna, sigur Pauli Jacobsen í samrøðu við Dimmalætting.

Føroyski toppskjúttin Óli Mittún ásannar, at Føroyar ikki enn hava tryggjað sær pláss í miðumfarinum í Malm, men hann hevur gott mót um, at tað fer at eydnast.

-Um eina løtu fara Sveis og Slovenia at spæla, og um tað eydnast Slovenia at vinna, so fer tað longu undan týskvøldið at síggja gott út. Hjá okkum snýr tað seg um at vinna ímóti Slovenia týskvøldið, og tað eiga avgjørt at vera møguleikar fyri tí. Onkrir av teirra bestu spælarum eru skaddir, og vit spæla við fullari megi. Um tað eydnast okkum týskvøldið at avrika soleiðis, sum vit gjørdu í kvøld, so er tað avgjørt møguleiki fyri at vinna, heldur Óli Mittún.

Hvussu ert tú sjálvur fyri eftir stórsigurin og eftir at tú í kvøld skoraði 10 má?

-Eg eri væl fyri. Undan fráferðini úr Føroyum argaði skaði í hælsinuni, men nú er alt, sum tað eigur at vera. Eg fái viðgerð hvønn dag, og sum tað nú sær út, so er tað eingin trupulleiki hjá mær at vera klárur týskvøldið, sigur Óli Mittún.

 

 Montenegro - Føroyar 24-37 (13-19)

Føroyar: Óli Mittún 10, Hákun West av Teigum 9, Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Leivur Mortensen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Ísak Vedelsbøl 2, Allan Norðberg 1, Vilhelm Poulsen 1, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen, Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipgøtu

Málverjar: Pauli Jacobsen 15/34 44,12 % og Tórður Skorheim Guttesen 0/1

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

7 tímar síðan

Turrur fiskur gevur styrki og orku

Í gjár kl. 16:19

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50