Ongi úrslit

Veitslan í Sandagerði í nátt gekk upp á stás

Samarittar vóru til staðar tá ið skúlanæmingar frá nær og fjar, samlaðust í Sandagerði í nátt

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:00

Í gjár var seinastu skúladagur hjá 9. flokkunum kring landið, og tað plaga tey at feira. Og tað gjørdu tey eisini í nátt.

Men tey eru so ung, at tað er strilti hjá teimum at fáa nøkur veitsluhøli at vera í.

Men tað eru ráð fyri tí, og løgreglan sigur, at hesi seinastu árini hevur tað vundið upp á seg, at næmingarnir hittast í Sandagerði at ballast.

Tað gjørdu tey eisini í góðveðrinum í nátt og løgreglan sigur, at tað vóru eisini fleiri nógvir næmingar av bygd, sum vóru komnir til Havnar at ballast í Sandagerði, so har var heilt fitt av ungum fólki í nátt.

Men løgreglan sigur eisini, at tað gekk upp á stás og har var einki mál fyri løgregluna.

Men tey siga, at tað hevur hjálpt væl, at samarittarnir gjørdu av at vera til staðar, so eisini teir vóru í Sandagerði í nátt og hjálpti til, har tað trongdi til.

Løgreglan sigur, at tað er sera stór hjálp í, at samarittarnir eru til staðar á tiltøkum, sum hesum, tí tey taka sær av heilt nógvum støðum, sum kunnu taka seg upp í eini stórari veitslu, men sum fólk annars ringja til løgregluna um at taka sær av.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00