Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lítið lot til frískt lot um norðan, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, bert stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Seint í kvøld og í nátt veksur vindurin spakuliga upp í frískan vind ella strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s og tað fer at kava. Hitin –1 til +4 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað við kava ella kavaælum. Hitin -2 til 3 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað við kava ella kavaælum. Út á kvøldið og um náttina minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, framvegis skýggjað ella hálvskýggjað men yvirhøvur turt. Hitin -2 til 3 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, men sum frá líður fer ættin vesturum og niður í útsynning. Tað veður skýggjað og kanska okkurt einstakt ælið. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind ella strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður fer at regna. Hitin um dagin -2 til 3 stig. Út á kvøldið og um náttina veksur hitin upp í 4 til 9 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á dagin frískt lot til frískan vind av útsynningi og vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Leygardagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, sum út á dagin fer eysturum yvir í landsynning og seinni upp í eystan. Skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 3 til 8 stig