Ongi úrslit

Veðurlagslógin er reinur signalpolitikkur

Helgi Abrahamsen
6 tímar síðan

 

• Hon fer ikki at seta ferð á grøna orkuskifti.

• Hon fer ikki at gera Føroyar grønari.

• Hon fer ikki at bjarga heiminum.

Uppskotið um eina veðurlagslóg, sum løgtingið nú fer at viðgera, er reinur signalpolitikkur - og bara signalpolitikkur.

Sjálvandi skulu vit arbeiða fyri at avmarka dálkingina, og vit skulu brúka sum minst av olju. Tað gera vit best við at framleiða el úr grønum orkukeldum, samtíðis sum vit umleggja nýtsluna í samfelagnum til el. Vit skulu í mest møguligan mun hita húsini við eli, hava bilar sum ikki brenna olju og vit mugu eisini finna loysnir fyri skipaflotan.  

Men henda umleggingin gongur ikki væl. Vøksturin í framleiðsluni av grønari orku hevur gingið seinni enn samlaða økingin í el-nýtsluni, og nú er líkt til at grøna framleiðslan minkar eitt vet, tí at fleiri myllur sum mólu fyri nøkrum árum síðani eru steðgaðar, og ongar nýggjar koma upp.

So meðan fólk keypa elbilar og hitapumpur, so er streymurin sum hesi brúka framleiddur við olju.

Nógv umrødda pumpuskipanin í Vestmanna, sum skuldi gera tað møguligt at knýta fleiri myllur í netið, er eisini steðgað upp, og streymprísurin er hækkaður, tí SEV hevur verið noytt at gera stórar íløgur, fyri at kunna taka ímóti grønu orkuni sum tó ongantíð kom.

Og nú fer at sansa at hjá SEV. Eftirspurningurin eftir orku økist, men framleiðslan klárar ikki at fylgja við. Tað eru bara 6 ár síðani støð 3 á Sundi varð tikin í nýtslu. Tá varð sagt, at hetta varð seinasta oljurikna verkið hjá SEV. Nú (6 ár seinni) noyðist SEV helst at fara undir at byggja eitt nýtt oljurikið verk, tí annars verður eftirspurningurin ikki nøktaður.

Í Eysturoynni bleiv arbeitt við eini ætlan sum kallaðist Eysturlund. Hon skuldi gera tað møguligt at fáa Havsbrún og onnur orkukrevjandi virki at brúka grøna orku heldur enn tungolju. Men tann ætlanin datt niðurfyri, tí samgongan samtykti at broyta elveitingarlógina, soleiðis at tann ætlanin ikki var møgulig at gjøgnumføra.

Størstu orkunýtarar í landinum (alifyritøkurnar) liggja á knøunum og biðja um loyvi at sleppa at framleiða grønan streym, men myndugleikarnir siga “nei, tað sleppa tit ikki. – Tit skulu brúka innflutta olju.”

Og mitt í øllum hesum kemur landsstýrið í Løgtingið við eini veðurlagslóg. – Fokusið er 100% á signalvirðið. Vit skulu fortelja umheiminum, at vit eru grøn, meðan arbeitt verður beint ímóti grøna orkuskiftinum.

Tá landsstýrið bleiv skipað eftir seinasta løgtingsval, varð stórur dentur lagdur á, at nú skuldu vit hava eitt Umhvørvismálaráð, tí orku- og umhvørvismál skuldu raðfestast. Men tað ráðið er longu spart burtur aftur, og orku- og umhvørvismál liggja tí undir Uttanríkis- og Mentamálaráðnum(!)

Tað tykist sum at landsstýrið sum skuldi verða tað grønasta av sínum slag í nýggjari tíð, hevur slept grønu kósini, og roynir ístaðin at skapa nakrar grønar yvirskriftir, nú løgtingsval nærkast.

Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

17 tímar síðan

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

19. januar kl. 15:46