Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, stundum upp í 17 m/s í støðum, hálvskýggjað og okkurt ælið. Í kvøld og í nátt skýggjað og ælaveður. Hitin Hitin 4 til 9 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið við ælaveðri. Hitin 4 til 9 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn, um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind ella strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og tað slítur í. Út á dagin og kvøldið minkar vinduring spakuliga niður í lítið lot til frískt lot, minni enn 8 m/s, og ættin lækkar niður í eystan og landsynning, tað verður hálvskýggjað ella skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.
Hósdagin
Vindurin veksur upp í frískan vind ella strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Út á dagin fer at regna og ættin støkkur yvir í útsynning ella vestan. Seinni slítur í aftur, og vindurin minkar niður í lot til frískan vind um sunnan, 3 til 10 m/s. Hitin 4 til 9 stig.