Ongi úrslit

Veðurforsøgn

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og sólglottar, og okkurt ælið. Í kvøld skýggjað og ælaveður. Í nátt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, stundum upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Hitin 2 til 6 stig, í hæddunum niður ímóti frostmarkinum.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, stundum upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Sum frá líður fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin 3 til 7 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, eitt skiftið sunnan. Skýggjað og ælaveður ella regn. Um kvøldið frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk 13 m/s; skiftandi skýloft og í støðum regn. Um náttina millum lítið lot millum útsynning og eystan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig, í hæddunum niður í 2 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og regn, um náttina ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15, um kvøldið upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og okkurt ælið ella ælaveður. Sum frá líður strúkur í vindur upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin 3 til 7 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50