Ongi úrslit

Veðurforsøgn

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Í støðum hálvskýggjað og sólglottar. Í kvøld og í nátt minkar vindurin sum frá líður niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Mánadagin

Fyrrapartin minkandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin hækkar hann upp í norðan, og tað verður okkurt kavaælið norðanfyri. Um náttina frísdkur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavi. Hitin úr 1 stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig. 

Týsdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, smdrigið og kavi. Um kvøldið og náttina minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og sum frá líður slítur í. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt. Fyrrapartin gongur hann vesturum og niður í útsynning, og sum frá líður hann hann at veksa vindin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina, og um kvøldið fer at regna. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig; um kvøldið náttina upp í 7 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

6 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00