Ongi úrslit

Veðrið til og við mikudagin

Jóhanna Højgaard
19. sepember kl. 15:30

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, men í støðum, serliga sunnanfyri, upp í frískan vind ella hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið, men sum frá líður slítur í. Í nátt upp í frískan vind ella hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 10 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á seinnapartin og um kvøldið veksur hann vindin upp í strúkur í vindi ella skrið norðan, 13 til 18 m/s, skýggjað við regni ella ælaveðri, í støðum kanska vátakavi. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 10 stig.

Sunnudagin

Fyrrapartin og seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, framvegis skýggjað og okkurt ælið, men út á náttina fer at regna. Hitin 4 til 10 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin ella um kvøldið slítur í. Út á náttina minkar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin 5 til 11 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt einstakt ælið. Um náttina frísk lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, framvegis skýggjað og okkurt einstakt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn. Hitin 8 til 12 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46