Ongi úrslit

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í gjáramorgunin, hava fleiri løgtingslimir, sum atkvøddu fyri málinum um fría fosturtøku, fingið skriv á sosialum miðlum og á telefon, ið teir uppfata sum eina hóttan.

Og løgreglan sigur í morgun, at nú hava nakrir politikarar afturat boðað frá, at teir hava fingið hesi boðini.

Allir politikarar hava fingið somu boð, har tað stendir, at »It i just to kill a child murderer«. Tað kann týðast til okkurt sum, at »tað er lov at drepa ein barnamordara«.

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, er ein av tinglimunum, ið hevur fingið hesi »óunniligu boðini«, sum hann málber seg.

Hann uppfatar hetta sum eina óbeinleiðis hóttan eftir lívinum.

Løgreglan sigur, at tey vita, at  boðini eru frá einum manni, sum býr í Danmark - men hann er ikki føroyingur.

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum hevur sálarligar trupulleikar og hann er kendur í ymsum skipanum í Danmark.

Men tey siga eisini, at tey taka málið í størsta álvara. Fyribils verða allar fráboðanirnar skrásettar og sostatt skal ein løgfrøðilig meting gerast av um hetta eru eini boð, sum kunnu elva til ótta hjá løgtingslimunum.

Sostatt er maðurin, sum hevur sent boðini, ikki handtikin, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00