Ongi úrslit

Veðrið til og við mánadagin

© @raulhudson1986/Instagram
Jóhanna Højgaard
17. sepember kl. 17:36

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld sum frá líður frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, stundum grov æl. Móti morgni eitt skiftið upp í skrið, 18 m/s. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 18 m/s. Samdrigið og regn, stundum grov æl. Seinnapartin norðan og avfallið minkar nakað. Um kvøldið norðan 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina 3 til 8 m/s. Hitin 9 til 12 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið frískur vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað. Um náttina frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot, 5 til 10 m/s, ælaveður møguliga við vátakava. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi ella skrið norðan, 13 til 18 m/s, samdrigið og samregn ella vátakavi. Hitin 4 til 9 stig.

Sunnudagin

Minkandi vindur fyrrapartin úr strúki í vindi ella skriði norðan, 13 til 18 m/s, niður í lot til frískt lot av útnyrðingi seinnapartin, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin samdrigið og ælaveður, í hæddunum kanska við vátakava. Um middagsleitið slítur í. Um kvøldið vestan. samdrigið og okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.   

Mánadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

9 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38