Ongi úrslit

Veðrið komandi dagarnar

Jóhanna Højgaard
9. januar kl. 13:53

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 18 m/s. Skiftandi skýloft og regn ella ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin 1 til 3 stig.

Fyrrapartin sunnast í landinum, og síðani líðandi norður yvir til í kvøld ella í nátt væntandi eisini norðanfyri verður eitt skiftið við regni, møguliga við grovum vátaslettingsælum, og aftaná minkar vindurin til lítið millum eystan og sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkur ælið. Hitin 3 til 6 stig.

Leygardagin

Fyrrapartin í morgin lítið lot millum sunnan og eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, hendinga ælið, møguliga sum vátaslettingur, og í støðum møguliga mjørki. Hitin millum 1 og 5 stig.

Út á kvøldið, fyrst sunnanfyri og út á náttina eisini norðanfyri, byrjar vindurin at veksa til eitt frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s.

Um náttina eitt skiftið undir frostmarkinum í fjøllunum, men annars niður um 2 stig, og kavi í ælunum. Seinni á náttini dregur á luftina.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft kýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið og náttina veksandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 1 til 6 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, møguliga við vátakava. Hitin 2 til 7 stig. Seinnapartin eitt skiftið niður í lítið lot av ymsum ættum, samdrigið og ælaveður. Út á kvøldið og náttina veksandi upp í fríkst lot til frískan vind av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Fríkst lot til frískan vind av útsynningi, móti kvøldið hækkandi upp í útnyrðing, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagin

Frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41