Ongi úrslit

Veðrið komandi dagarnar

© Pexels
Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum sólglottar. Tá líður á seinnapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Í kvøld bert okkurt ælið í støðum. Í nátt gongur hann upp í norðan, klárt ella smáskýggjað og turt. Hitin í dag 3 til 8 stig; í nátt niður ímóti frostmarkinum.

Sunnudagin

Frískur vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt; seinnapartin og frameftir skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 6 stig.

Mánadagin

Fyrrapartin minkandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann niður í útsynning, og um kvøldið fer at mala av ymsum ættum. Um náttina veksur vindurin upp í strúk í vindi ella skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig. 

Týsdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúkur norðan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og kavi ella kavaæl. Um náttina minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og turt. Um kvøldið kemur hann lágt og veksur vindin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttina støkkur hann vesturum og minkar vindin niður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, enn samdrigið og regn. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig; um náttina upp í 7 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

5 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Í gjár kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41